Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Almannaverkið

Búmerkið

Krea teknaði búmerkið hjá Almannastovuni í 2004. Eisini teknaðu vit brævlinjuna, stell, brúksting og skeltingina.

Tá ið so Almannastovan og Nærverkið vórðu løgd saman til Almannastovuna í 2012, vórðu litirnir úr báðum teimum gomlu búmerkjunum løgd saman til ein nýggjan, savnaðan samleika. Búmerkið hjá Almannastovuni varð brúkt, meðan skrift-týpan hjá Nærverkinum og teirra grøni litur til skriftina varð brúktur.

Krea hevur eisini gjørt heimasíðuna hjá Almannaverkinum, www.av.fo

....................................................................................

Um upprunaliga búmerkið hjá Almannastovuni:

BÚMERKIÐ
Vit síggja tríggjar formar, sum koma saman soleiðis, at annar endin á teimum fer inn í eina felags miðju, og hin gongur út úr miðjuni. Formarnir eru allir eins, og saman mynda teir ein tríkant. Tríkanturin stendur ikki beint, men hallandi, og er tað gjørt fyri at geva búmerkinum eitt meira frítt og livandi úttrykk, sum virkar lætt og glatt, og sum ein seint skal verða troyttur av.

Teir tríggir formarnir umboða tríggjar ymiskar persónar. Hesir persónarnir hava tvær hendur, har høgra hondin á øllum trimum er rætt inn móti eini felags miðju, og vinstra hondin gongur út úr miðjuni. Hetta merkir, at allir partar geva og allir partar fáa. Allir borgarar gjalda og allir borgarar hava rætt til at fáa.


LITIRNIR

Tað eru tríggir litir í búmerkinum. Valdir vórðu heitir litir, ikki ov reyðir og eldkendir, men dempaðir, hugnaligir og vinaligir. Litirnir hava hvør sín kvalitet; tað er ikki talan um eina stigvísa niðurtrapping av sama liti. Hetta skal avspegla, at ein sær persónarnar, sum almannastovan tænir, sum einstaklingar, sum hava sín egna karakter og sítt egið virði, og sum ein tænir við atliti til tess.


NAVNASKRIFTIN

Skrifttýpan í navninum eitur Garamond. Hon varð teknað í 1930'unum og var ein reintekning av skrifttýpum Claude Garamonds frá 17 øld. Hon er ein klassisk serif skrift, sum merkir, at hon hevur føtur. Garamond er ein sera opin og væl lesilig skrift. Alt hetta gevur búmerkinum sum heild eitt tíðarleyst og álítandi úttrykk.

Lágstavirnir eru vinaligari og standa betri saman við búmerkinum enn hástavirnir. L’ið er lækkað nakað, tí tað er einasti stavurin, sum stingur upp úr. Sum sæst, so stingur eingin stavur niður úr.

Við sínum mongu n’um og a’um, er formurin og rútman í navninum svingandi og bleyt. Navnið byrjar við einum lástavi, tí at tað eru heili fýra a í navninum, og hetta varðveitir betri ta innaru rútmuna í navninum.


SKRIFT AT BRÚKA SAMAN VIÐ

Sum skrift at brúka saman við Garamond havi eg valt Myriad. Hon varð útgivin í 1992 av Adobe, teknað av Adobe fólki, við hjálp av millum øðrum Robert Slimbach. Hon er stílrein, opin og sera væl lesilig, og stendur væl saman við Garamond. Hon er ein sans-serif skrift, sum merkir, at hon hevur ongar føtur.

Myriad er vorðin ein tann mest brúkta skrifttýpan í dag.

Nota Bene

Teir tríggir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella øvugt.

At búmerkið hevur einans tríggjar uppsetingarmátar er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard, Grafiskur sniðgevi, Myndlista og handiðaskóli Íslands, 1997.