Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

ASB

Búmerkið
Búmerkið er tríggir prikkar, sum eru partur av fyrsta bókstavinum í navninum.

Tveir av prikkunum standa loddrætt og eru ljósabláir, meðan ein liggur uttanfyri teimum og er appelsingulur.

Prikkarnir úttrykkja rør, leidningar, oljutangar og olju.
Búmerkið kann brúkast sum A, sum ASB, ella sum ASB + fult navn.


Skriftin

Skriftin, sum er brúkt í búmerkinum og í navninum, eitur DIN Schriften Std Mittelschrift. Hon er ein sans serif skrift, sum merkir, at hon hevur ongar føtur.

Stavirnir DIN vísa til Deutsche Industrie-Norm, tvs. standard skriftin hjá týska ídnaðinum. Hendan skriftin sæst á flestøllum veg-skeltum og loyvis-skeltum í fyrrverandi vestur Týsklandi. Designarar: Linotype starvsfólk.


Litirnir

Tað eru tríggir litir í búmerkinum: myrkablátt, ljósablátt og appelsingult. Myrkablái signalerar: havið Ljósablái signalerar: vatn og reinleika, Appelsinguli signalerar: olju og orku. Myrkablái er latin vera so myrkur sum hann er, fyri at skapa eitt gott spenni ímillum litirnar, og fyri at ljósaru litirnir skulu kunna standa á tí myrkara, og líkasum skína.

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella øvugt.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.