Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Elcon

Tá ið el-virkið KEV í Runavík skuldi skifta navn, búmerki og samleika, ringdu teir til okkara. Vit teknaðu teimum tvey uppskot um búmerki, saman við tveimum møguligum nøvnum. Tað omanfyri varð valt.

Eftirflygjandi gjørdu vit so allan tann grafiska samleikan fyri teir, brævlinju, bilamerking, skelting og heimasíðu.

 

BÚMERKIÐ
Búmerkið vísir ein eyðkendan streym-neista, við einum boga hvørjumegin við. Bogarnir lýsa stýring og verju av neistanum, tí at el-innlegging má jú vera trygt og væl gjørd.

Merkið gongur uppeftir og frameftir. Soleiðis er búmerkið positivt og lyftir teg uppeftir. Streym-neistin er eitt sera gott súmbol at hava hjá eini el-fyritøku.

LITIR
Tveir litir eru í búmerkinum: appelsingult og svart.

Appelsinguli liturin úttrykkir ravmagn og kraft, meðan tann svarti liturin úttrykkir leidningar, elektriskar komponentar og annað.

Hesin appelsinguli liturin er munandi heitari enn í tí gamla búmerkinum.

Litirnir standa væl saman.

NAVNIÐ
Elcon er samansett av el og con. El hevur sjálvandi við elektrisitet at gera, og con er sum com og kemur frá enska orðinum company, sum merkir felag.

NAVNASKRIFTIN
Stavirnir í navninum eru settir við skrift-týpuni Meta Black. Hon varð teknað av Erik Spiekermann í 1991 fyri Deutsche Bundespost. Meta er sera livandi og riggar væl til navnið, serliga við lágstavum. Niðureftirgangandi stelkurin í p’num er styttur.

ADRESSU- OG BRÆVASKRIFT
Til adressu- og brævaskrift havi eg valt Meta Roman. Hesin teksturin er settur við Meta Roman.

Nota bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka, ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.