Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Havstovan

BÚMERKIÐ
Vit síggja tríggjar fiskar, sum allir svimja sama veg. Tríggir er nóg nógvir til at siga, at hetta er ein torva, tí sum eingilskmenn siga: “Two is a bunch, - three is a crowd”.

Búmerkið inniheldur fimm formar, sum allir eru eins. Búmerkið hevur tí eitt sera greitt úttrykk og eitt sterkt eyðkenni, og er lætt at leggja á minnið. Linjurnar frá stertinum á fiskinum frammanfyri renna saman við linjurnar á fiskinum aftanfyri í eina harmoniska eind. At ein fiskur stingur seg framúr sigur nakað um góðsku og góðskumeting.

Formurin á fiskunum er gjørdur so einfaldur sum gjørligt; hetta fyri at geva rúm fyri fiski av øllum slagi og stødd. Formurin á fiskunum er útstrálar gleði; við tað at stertarnir spíska seg uppeftir, og høvdini venda eisini uppeftir. Fiskarnir síggja fríir, frískir og stoltir út. Teir eru ikki innibyrgdir, men svimja frítt og í einum opnum rúmi.

At tann eini fiskurin er grønur, meðan hinir eru bláir ger, at samstundis sum hetta er ein torva, so fær ein boð um, at vit hava við mong ymisk sløg av fiski at gera. Eru tvey sløg til, ja so eru eisini trý, fýra og fimm o.s.fr..

Niðasti grøni formurin er havbotnurin við sínum hólum og lagdum. Stóri blái formurin ovast er luftin, sum tó samstundis ímyndar havið, har niðasta bylgjuta linjan er havyvirflatan. Fiskarnir svimja í hvíta økinum ímillum grøna og bláa formin, sum hyggjarin skilur sum verandi hav, orsakað av bylgjutu linjunum omanfyri og niðanfyri.

Rundi heildarformurin í búmerkinum ímyndar jørðina, har tann grøni formurin er landøki og tann blái er havøki. Vit fáa tí tað globala aspektið við, at fiskurin í grundini kann svimja runt um allan heim, og at økologiska javnvágin í øllum heiminum ávirkar korini hjá fiskinum.

LITIRNIR
Merkið sjálvt hevur tveir litir, ljósablátt og ljósagrønt. Navnið hevur ein myrkari bláan lit, fyri at tað skal standa sterkt, greitt og væl lesiligt, uttan at nýtast at standa við feitum stavum.
Bjarti grøni botnurin ímyndar eitt neyðugt ríkt tilfeingi av tara og æti o.s.fr.

NAVNASKRIFTIN
Stavirnir í navninum eru settir við Goudy Old Style. Tað var Frederic W. Goudy, sum teknaði henda vakra font í 1915, og hann kom at verða ein tann vinsælasti fontur nakrantíð, sum eisini hevur verið sera nógv brúktur bæði til pakningar og lýsingar. Goudy Old Style er ein Serif fonttýpa, sum merkir, at stavirnir hava føtur.

Goudy Old Style hevur opnar og rundar formar, sum geva hesum fonti sera góðan lesiligleika. Stavirnir eru livandi og frítt teknaðir, har sjálvt tær beinu linjurnar hava eitt frítt aldukent sveiggj.

Navnið er sett við mesta nærlagni og neyvleika, har atlit er tikið til hvønn stav sær, eins væl og fyri heildini, bæði hvat varðar lesiligleika og eisini vøkrum úttrykki.

BRÆVASKRIFTIN
Til adressuskrift og brævaskrift havi eg valt at brúka fonttýpuna Meta. Hetta er ein Sans-serif fonttýpa, sum merkir, at stavirnir hava ongar føtur. Tað var Erik Spiekermann sum í 1984 teknaði Meta fyri Deutsche Bundespost. Meta er ein sera høgt virdur fontur millum týpografar og sniðgevar, og fæst í eini ørgrynnu av útgávum.


Nota Bene

Teir tveir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella skriftina í mun til merkið.

At búmerkið einans hevur tveir uppsetingarhættir er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.