Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

iNOVA

BÚMERKIÐ
Búmerkið er sett saman av einum høgum, standandi tríkanti, og omanfyri honum einum prikki. Trýkanturin peikar á prikkin og líkasum ber hann uppi. Búmerkið er partur av navninum, tí búmerkið og i’ið eru eitt og tað sama. Tríkanturin er góður at brúka til navnið, tí tveir tríkantar eru longu í navninum: V’ið og A’ið.

i’ið er sett við lítlum bókstavi, meðan NOVA er sett við stórum bókstavum. Navnið lesist tó náttúrliga sum iNOVA. Prikkurin yvir i’inum er sostætt høvuðs brennidepilin í búmerkinum, bæði hvat viðvíkur formi og hvat viðvíkur liti.


7 teknvirðir:

1: “Prikkurin yvir i’inum”, sum í hesum føri er “júst tað rætta hugskotið og júst tann rætta inovatiónin”.

2: Ein kroppur og eitt lýsandi høvd. Tað lýsandi høvdið er flogvitið, sum kom við júst tí rætta hugskotinum.

3: Ein vegur til eitt ávíst mál. Vegurin byrjar breiður (niðast), men smælkar so hvørt sum tú nærkast hugskotinum. Vegurin er líkasum trívíður, har spískurin er úti í sjónarringinum, har sum tað góða hugskotið er og hagar vit eru á veg ímóti.

4: Ein pera. Tá ið ein fær eitt framúr gott hugskot, verður hetta oftast lýst við eini peru uppi yvir høvdinum. Eisini kann sigast: ”Hatta var eitt bjart hugskot”!.

5: Eitt lyklarhol. Júst tann rætti lykilin má til, fyri at kunna opna hurðina, júst sum júst tað rætta hugskotið má til, fyri at ein inovatión skal virka sum hon eigur.

6: Eitt træ, við einum buli og bløðum. Træið talar um planting, vøkst og ávøkst.

7: Magnet-byggiklossar, (sum eg spældi við sum smádrongur). Saman við fýrkantinum verða tríkanturin og sirkulin nevnd grundformar. Bestu hugskotini koma, tá ið ein er í góðum hýri og spælir, heldur enn arbeiðir.


LITIRNIR

Tveir litir eru í búmerkinum: grá-blátt og ljósagrønt.

Grá-blái liturin er ein tungur botnlitur og úttrykkir vanliga, logiska, reglubundna hugsan. Hann úttrykkir eisini at hava beinini á jørðini, og at hava ta fakligu vitanina uppá pláss.

Ljósagrøni liturin úttrykkir lív og orku. Eisini úttrykkir hann ta hugsan og trend, sum er vaksandi í okkara tíð: At vit skulu verja umhvørvið; at alt skal vera umhvørvisvinarligt, ella sum tað stutt verður kallað: GRØNT.


NAVNASKRIFTIN

Stavirnir í navninum eru teknaðir út frá skrift-týpuni Bank Gothic. Bank Gothic er ein røð av fýrkantaðum stórstavum, sum vórðu útviklaðir út frá áhuga í geometriskum formum, við íblástri frá Bauhaus. Bank Gothic varð designað av Morris Fuller Benton fyri ATF í 1930.


ADRESSUSKRIFT

Til adressuskrift havi eg valt DIN 1451. Hon er ein realist sans-serif skrift, sum er nógv brúkt til ferðslu, umsiting og tøkni. Hon varð definerað av teim Týsku standlunum (Deutsches Institut für Normung) í 1931.

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ ‘97.