Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

KJ

Tá ið KJ HYDRAULIK á Kambsdali í 2004 ynskti at fáa eitt búmerki og grafiskan samleika, ringdu teir til okkara. Upprunaliga var teirra búmerki blátt og gult, og navnið hevði HYDRAULIK sum part av tí, men í 2011 varð valt at einfalda búmerkið bert til KJ; soleiðis sum fyritøkan fyri tað mesta varð kallað á mannamunni.

Skriftin stendur væl inni í ringinum, sum er ímynd um rør, stempul, slangu og mangt annað. Blái liturin ímyndar stál.

Krea hevur havt gott samstarv við KJ øll hesi árini.


Um búmerkið

Búmerkið tekur støði í hinum undanfarandi. Orðið Hydraulik er tikið burtur, tí KJ er og ger so nógv meira enn bara hydraulik. Fólk hevur til dømis altíð sagt: “Eg fari inn til KJ”. Tí er tað ein náttúrlig tilgongd at man nú flytir seg eisini til at skriva bara KJ.

Búmerkið er vorðið reinteknað ørlítið. KJ og ringurin eru gjørd eitt lítið sindur tjykri, hetta tí at tað nú altíð skal standa einsamalt, og tí krevur meira styrki. Men henda broyting sæst ikki við berum eygum.

Nú eru altso búmerkið og navnið runnin saman í eitt; eina einfalda heild, sum nú stendur uttan avmarkingar; klárt til víðari útvíðkingar.


Nota Bene

Teir tveir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella øvugt.

At búmerkið hevur einans tveir uppsetingarhættir er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.