Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Vinnuframi

Um navnaskriftina
Skriftin í navninum eitur Garamond Premier Pro Semibold. Garamond er sama skriftin, sum verður nýtt á vfg.fo, og sum hevur verðið nýtt í øllum lýsingum fyri grunnin síðan nýggja heimasíðan kom í brúk.

Navnið stendur alt við lágstavum. Lágstavir geva eitt vinarligt úttrykk, og av, at man setur seg sjálvan lágt til frama fyri onnur, hvar ímóti hástavir úttrykkja, at man setir seg sjálvan høgt og vil verða tænaður.

Hóast lágstavir eru nýttir, eru bert trý ting, sum stinga uppúr, tað eru prikkarnir í báðum i’unum, og so f’ið. Teir báðir prikkarnir geva onkursvegna eina persónsliga kenslu av tveimum eygum.
Sálarfrøðin í navninum
Orðið “frami” er komið frá teirri hugsan, at man vil fremja framgongdina hjá øðrum. Hetta minnir fólk á, at stovnurin vil arbeiða fyri framgongdini hjá vinnuni.

Vinnuframi hjálpir vinnuni fram. Tað at “frami” stendur fremri í lesi-rætninginum, gevur eina kenslu av, at “frami”- parturin av navninum hjálpir “vinnu”-partinum av navninum frameftir við sær.

“Vinnu” og “frami” standa saman sum eitt orð, og ber tað boð um, at vinnuframi kemur nær at vinnuni; og tekur virknan tátt í tørvum og áhugamálum hjá vinnuni.
Um litirnar
Navnið er býtt í tvey við tveimum litum: myrka violett og bjart orange. Eftir sum at einki beinleiðis búmerki verður nýtt, hevur verðið roynt at geva navninum sjálvum eitt sterkt eyðkenni í lita-valinum.

Myrka-violett og bjart orange eru beinir komplimentér-litir, og standa tí væl saman. At“vinna” stendur við tí tyngra litinum, meðan “frami” stendur við tí lættara, meira energiska orange-litinum ber boð um, at har tað mangan er tungt hjá nýggjum vinnum at koma í gongd, kann vinnuframi koma til sum ein fram-drívandi megi, og hjálpa vinnuni við at koma í gongd.

Bjarti orange liturin í “frami” umboðar frískleika, nýhugsan, gleði og lívsmót. Orange-litur er tann eina mest orkumikli liturin, sum finst; og minnir eisini á sólina og gróður.
Signal-virðið í samleikanum
Samleikin í navninum og litunum ber boð um vinarligleika (í lágstavunum), at man hevur føturnar á jørðini (í tí tyngra litinum), at man samstundis hevur ein frískan hugburð (í orange litinum); og at stovnurin vil vera ein fram-drívandi megi (í at “frami” stendur fremri í lesi-rætninginum) hjá einum elementi, sum mangan hevur tað tungt at koma í gongd (tyngri liturin).
Niðurstøða
Í tí at man brúkar eina skrift, sum longu hevur verðið brúkt av stovninum í mong ár, kann tann niðurstøða gerast, at samstundis sum nýggi samleikin fær eitt styttri navn, nýggjar litir og eina aðra skrift í sjálvum navninum, so hevur man tó ikki klipt av allar træðrir aftanfyri seg. At gera soleiðis er skilagóður, tryggur og rættur samleika-politikkur.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.