Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Vinnuháskúlin

BÚMERKIÐ
Búmerkið er samansett av trimum formum, sum allir eru eins og hava somu stødd. Formarnir standa allir eins yvir fyri hvørjum øðrum, har teir nerta báðar hinar í einum punkti. Hvíta plássið í miðjuni hevur stórt sæð sama form sum heildarformurin.

Búmerkið sigur hetta: Tríggir partar koma saman og mynda eina harmoniska heild. At partarnir standa eins yvir fyri hvørjum øðrum merkir, at hvør partur er líka stillaður yvir fyri hinum báðum og hevur somu rættindi til felags ágóðarnar. Hvíta plássið í miðjuni avmyndar samanrenningina, tí miðjan er felags økið, bindiliðið, sum allir partar standa líka yvir fyri.

Ein kann síggja ymiskt í búmerkinum, eitt nú skrúvu, borur við bløðum, segl, varði.
Stílurin í búmerkinum er frískur, samstundis sum hann er tekniskur. Litasamansetingin hevur eitt frískt, lívligt úttrykk, meðan formarnir og linjurnar innihalda nakað tekniskt, - sami formur verður endurtikin og myndar ein størri form, og linjurnar renna nátturliga úr formi í form.


LITIRNIR

Tríggir litir eru í búmerkinum. Hvør formur hevur sín lit og eru teir valdir við atliti til evnisøkini hjá teimum trimum skúlunum.

Myrkablái liturin minnir um sjógvin og vísir til sjómansskúlan.
Ljósablái liturin minnir um jarn og vísir til maskinmeistaraskúlan.
Appelsinguli liturin minnir um eld og vísir til brandmeistaraskúlan.


NAVNIÐ

Vinnuháskúlin er samansett av tveimum orðum: vinna og háskúli.

Um orðið vinna stendur í orðabókini m.a.: tað at vinna 2(1), arbeiði, starv, verk (1), virki (1), vera í vinnu.

Um orðið háskúli stendur í orðabókini: 1 framhaldsskúli (fyri verkfrøðingar, handverkarar, handilsfólk o.o.), lærdur háskúli, fróðskaparsetur, universitet; handilsháskúli, ítróttaháskúli, landbúnaðarháskúli, listaháskúli 2 vanl. fólkaháskúli.

Í navninum liggur, at hetta er háskúli, sum útbúgvir leiðarar ella fólk til vinnuna. Háskúli er víðari lestur. Navnið er breitt, vanligt og partaleyst og fevnir á einfaldan hátt um teir tríggjar skúlarnar, sum renna saman. Navnið greiðir í sær sjálvum frá, hvat virksemi skúlans er.


NAVNASKRIFTIN

Stavirnir í navninum eru gjørdir úr týpuni Bank Gothic. Hon er ein nýmótans sans-serif skrift, sum merkir, at hon hevur ikki føtur. Bank Gothic er ein opin, vøkur og væl lesilig skrift. Hon stendur væl saman við merkinum, og gevur búmerkinum sum heild eitt vakurt og harmoniskt úttrykk.


BRÆVASKRIFTIN

Sum brævaskrift havi eg valt Myriad. Hon varð útgivin í 1992 av Adobe, teknað av Adobe fólki, við hjálp av millum onnur Robert Slimbach. Myriad er í dag vorðin ein tann mest brúkta skrifttýpan; hon er stílrein, opin og sera væl lesilig. Myriad stendur væl saman við navninum. Hon er brúkt í enska undirheitinum og í adressutekstinum.

Nota Bene
Teir tveir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella øvugt.

At búmerkið hevur einans tveir uppsetingarhættir er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.