Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Búmerki fyri barnahjálpina

Búmerkið vísir eitt hjarta, eitt fólk og eina bók.

Verður hugt eftir reyðu hálvrundingunum og tí bláa rygginum í bókini, sæst eitt hjartað.
Eitt hjarta, sum vísir hjartalag, sum skal avspeglast í okkara gerðum. Strikurnar omanfyri hjartað, gerð hjartað livandi. Eitt hjarta, sum bankar fyri okkara næsta.
Reyðu strikurnar omanfyri hjartað, skapa eitt hjartað aftanfyri hjartað sum sæst. Hetta skal ímynda tað dubulta kærleiksboðið. “Elska næsta tín sum sjálvan teg.”

Fólkið kann bæði vera ein persónur, men kann eisini vera ein eingil. Hvíta feltið sum fer í gjøgnum reyða og bláa partin, er bein og armar. Men er somuleiðis matimatisk tekin pluss og minus. Reyði rundingurin er tá partur av minussinum.
Hvítu linjurnar sum eru í millum bæði hjørtuni, ímynda armar hjá einum persóni sum verður borin av tveimum persónum. Reyðu hálvrundingarnir á báðum síðum eru herðar sum bera.

Bókin hevur tvær síður og ein rygg. Hetta skal ímynda tríggjar súlur sum lærdómurin ber við sær.

Hans Jákup Elkjær, grafiskur sniðgevi.

At hava eitt snøgt búmerki er sera týdningarmikið fyri framgongdina og virðingina hjá eini fyritøku. Búmerki skapar eina professionalismu, sum øll virkir ikki hava.