Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Búmerki fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði

Búmerkið.
Búmerkið er samansett av seks kassum, ið eru settir saman sum ein pallur, ella eitt hús. Ein partur stendur uppúr og er tað tekin um, at summi skara framúr í eini og hvørji list. Tey skulu heiðrast og viðurkennast. Búmerkið er eisini sum ein spæli-slanga, ið man kann snara og byggja, sum man vil. Í júst hesum hevur tú spæl og stuttleika, sum kanska eisini eru teir týdningarmiklastu tættirnir í einum mentararhúsi. Síðurnar á kassunum eru eisini sum gluggar, skíggjar og sum myndir. Eisini síggjast opnar bøkur í búmerkinum. Bøkur tengjast at mongum listagreinum og mentan sum heild.

Búmerkið hevur bert ein lit: Svart. Roynt hevur verið at nýtt fleiri litir í búmerkinum, men støðugt hevur verið komið aftur til ta niðurstøðu, at við at lata rammuna um listina, sum mentanarhúsið er, vera so litleysa sum gjørligt, fært tú mentanina og listina at síggjast og skína betri og sterkari. Mentanarhúsið eigur helst ikki at flagga við sær sjálvum, men bert at vera flaggstongin, sum mentanin og listin verður heysað upp í og latin síggja.

Navnið er sett við tveimum skrift-týpum: Adelle og Helvetica Neue. Mentanar stendur við Adelle Bold, sum er ein vøkur, nútímans serifa-skrift, ið merkir, at hon hevur føtur. Mentanar stendur við lástavum og gevur tað eina hugnaliga, fólksliga, mentanarliga og bókliga kenslu. Húsið stendur við helvetica light, sum er ein klassisk sansserifa-skrift og merkir, at hon hevur ongar føtur. Helvetica Neue er stílrein og bein, og úttrykkir stílreinar og sterkar rammur, sum úttrykk fyri húsið.

Kraftigi mentanar-parturin hongur saman við svørtu fýrkantunum í búmerkinum, meðan tær fínu linjurnar í HÚSIÐ hanga saman við teimum fínu hvítu linjunum av luft ímillum fýrkantarnar í búmerkinum.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.

At hava eitt snøgt búmerki er sera týdningarmikið fyri framgongdina og virðingina hjá eini fyritøku. Búmerki skapar eina professionalismu, sum øll virkir ikki hava.