Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Búmerki fyri Miðnám

Um Búmerkið
Búmerkið ímyndar tvær ternur á flogi. Terna er løtt á flogi, knøpp í vendingini og verjir um sítt. Hon ferðast langt, men kemur altíð heimaftur. Ternan er vøkur bæði á liti og í skapi. Tvær ternur saman finna eisini eitt lættari flog enn ein terna einsamøll. Ternan hevur tí nógvar av teimum eginleikum, sum Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið seta sum mál fyri næmingar og starvsfólk.
HF-skeiðið í Klaksvík, sum er partur av sama stovni, hevur sama búmerki.

Um navnið
Navnið er ein stytting av hugtakinum miðnámsskúli. Hetta er greiðari og snøggari navn at brúka. Navnið er sett við klassisku og vøkru Garamond-skiftini, ið hóskar væl til ein skúla, har fakligur førleiki og almenn búgving eru í miðdeplinum. Enska heitið á skúlanum er Kambsdal College.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.

At hava eitt snøgt búmerki er sera týdningarmikið fyri framgongdina og virðingina hjá eini fyritøku. Búmerki skapar eina professionalismu, sum øll virkir ikki hava.