Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Búmerki fyri KBI

Búmerki fyri KBI.

Búmerki

Búmerkið er ein dagføring og ein reintekning av tí gamla. Stavirnir eru settir við somu skrift sum gamla, sum er Arial. Hetta er sett við Black útgávuni av Arial.

Tað eyðkendasta í grafiska úttrykkinum í stavunum sjálvum er skráliggjandi bjálkin í K’num. Tí er samleikin gjørdur júst har.

Samleikin er ein skurður, sum gongur niður ígjøgnum K’ið. Avklipta pettið er gjørt til ein trýkant. Hetta er reint og sterkt sum samleiki. K’ið kann eisini standa einsamalt í einstøkum førum, men tó eigur alt navnið, KBI, at brúkast mest gjørligt.

Myrkablái liturin liggur heilt nær tí gamla, uttan at hesin er eitt sindur sterkari og meira skínandi. Ein ljósabláur litur er valdur afturat, til at geva búmerkinum dynamikk og lív.

At hava eitt snøgt búmerki er sera týdningarmikið fyri framgongdina og virðingina hjá eini fyritøku. Búmerki skapar eina professionalismu, sum øll virkir ikki hava.