Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

ROÐIN, búmerki

BÚMERKIÐ

Ein bogað linja gongur ígjøgnum navnið. Navnið stendur við feitum stavum og teir standa tætt saman, fyri at bogaða linjan skal síggjast væl og vera sjónlig í grafiska úttrykkinum. Bogaða linjan gongur uppeftir, og smælkar yvireftir frá vinstru til høgru, fyri at útrykkja vídd og dýnamikk. Deililinjan ígjøgnum navnið skapar eina forgrund og eina bakgrund, sum hava hvør sín lit. Forgrundin er lendið undir luftini, meðan tann reyða bakgrundin er luftin við roðanum. Forgrundin hevur ein myrkari reyðan lit, sum er ein myrkari tóni av tí reyðu luftini.

Búmerkið lýsir navnið á ein beinleiðis hátt: Ein roði á luftini. Sambært føroysku orðabókini er roði ein reydligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Roði í síni skilmarking er lutleysur í mun til ungdóm og elli - og kann tí eisini ímynda lívið sum heild.

Búmerkið er lætt at minnast, í og við at navnið er Roðin og í og við at merkið lýsir ein roða. Hartil er merkið partur av navninum og eitt við tað. Búmerkið í navninum ber í sær allan súmbolikkin í navninum, bæði hvat litum og formi viðvíkur.

Búmerkið hevur bert ein uppsetingarhátt.

LITIRNIR

Í búmerkinum eru tveir litir: Reytt og myrkareytt. “Roði” kemur frá “reyður”, og tí er reytt í veruleikanum tann einasti rætti liturin til búmerkið hjá roðanum. Reytt er eisini tann liturin, sum umboðar umsorgan og kærleika best.

Tá ein roði er á luftini, hevur luftin altíð ein ljósari reyðan lit enn lendið, tí at roði kemur á luftina, tá ið sólin rísur ella setur, og tá er dimt úti. Tí er alt, sum ikki er roði, gjørt myrkareytt, fyri at roðin sjálvur skal skera seg út og síggjast væl. Valt varð ikki at brúka svart saman við reyðum, tí at svart er dapurt og kalt og kann tengjast deyða. Valt varð heldur at brúka ein myrkari reyðan lit saman við litinum í sjálvum roðanum.

NAVNASKRIFTIN

Navnið er sett við skrift-týpuni Prometo. Hon er ein nýggj, slóðbrótandi skrift, sum varð útgivin í 2014 av Dalton Maag. Prometo hevur eitt nútímans úttrykk, sum setur Roðan á breddan við nútímans samleika.

Navnið stendur við beinari skrift, sum ger, at úttrykkið er róligt og trygt.

ADRESSU- OG SKELTASKRIFT

Til adressu- og skeltaskrift havi eg valt eisini at brúka Prometo. Prometo fæst í sjey útgávum og er tí góð og smidlig at brúka til alt lýsingatilfar og skelting og annað hjá Roðanum.

Nota Bene
Uppsetingin av búmerkinum eru avgerandi og endalig.
Ein eigur ongantíð at toyggja eitt búmerki á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.