Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Búmerki fyri Tofta skúla

Búmerki fyri Tofta skúla

BÚMERKIÐ
Búmerkið lýsir fýra fólk: Tvey vaksin og tvey børn. Tey vaksnu eru hvør sítt kyn, við tað at maðurin er herðabreiðari. Børnini eru ymisk, í tí at tey hava hvør sína stødd, og kunnu tí hugsast at vera hvør sítt kyn. Børnini standa inni í rúminum, sum skapast av støddini hjá teimum vaksnu; tey eru altso vard av teimum vaksnu, og eru sum lítil eintøk av teimum, sum einaferð verða líka stór sum tey vaksnu.
Búmerkið lýsir tryggleika og støðugleika.

LITIR
Tríggir litir eru í búmerkinum: svart, myrkareytt og turkis. Litirnir taka støði í litunum í búmerkinum hjá Nes kommunu, men tónarnir í eru øðrvísi við vilja, fyri ikki at vera ov nær búmerkinum hjá kommununi.

NAVNASKRIFT
Skriftin, sum navnið er sett við, Big Noodle Titling.

ADRESSU- OG BRÆVASKRIFT
Til adressu- og brævaskrift Arno Pro brúkt.

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka, ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.
Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.

At hava eitt snøgt búmerki er sera týdningarmikið fyri framgongdina og virðingina hjá eini fyritøku. Búmerki skapar eina professionalismu, sum øll virkir ikki hava.