UM BÚMERKIÐ
Vit síggja ein bjargingarring, við tveimum aldum aftanfyri. Ringurin stendur soleiðis á aldunum, og ovara aldan sæst eisini í opninginum í ringinum. Í tí gamla, opnar ringurin seg, og tvær aldur koma úr honum til høgru, og gera eitt sveigg upp og niður; hesar tvær aldur eru nú aftanfyri ringin, men enda í sama stað sum hinar, við einum sveiggi uppeftir í sama stað sum í tí gamla.

Í bjargingarringinum er krossmerkið, men á sama hátt sum tað er í føroyska flagginum. Krossurin sæst klárt í tí reyða og ljósabláa litinum í bjargingarringinum, sjálvt um krossurin er opin innast. Tað er ikki neyðugt at hava lítlan kross á bjargingarringinum, sum jú ikki sæst, tá ið búmerkið er í lítlari stødd, sum t.d. á pennum. At hava krossin tvær ferðir er óneyðugt.

Allir formar í búmerkinum eru deildir sundur við passandi nógvari luft ímillum teir. Hetta er gjørt, fyri at allir formar og munir skulu eisini vera sjónligir, tá ið merkið verður prentað við bert einum liti. At gera hetta, er rætt og vanligt.

Boðskapurin í búmerkinum er, at Føroyska sjómansmissiónin kemur sjófólkinum nær, og lyftir upp bjargingarringin fyri teimum, sum er krossurin. Hartil kann sigast, at reyði liturin er Jesu blóð, og ljósablái liturin er himmalin.

Guðs Andi sæst í búmerkinum. Í ovaru helvt av ringinum, til høgru, brennur ringurin út í hvítt. Tað hendir, tá ið eitt bjart, hvítt ljós er til staðar. So at yvir ringinum er altso eitt bjart ljós, sum er hvítusunnuljósið, ljósið sum skein á Saul á veg til Damaskus, flamman yvir arbeiðinum, Guðs Andi. Uttan Guðs Anda er alt jú bert kjøt og tí gagnleyst. Men við Guðs Andans hjálp, leiðslu og nærveru, ígjøgnum bøn, er Guðs signing við í verkinum.



UM LITIRNAR
Reyði og ljósablái liturin eru stórt sæð teir somu sum í gamla merkinum. Ístaðin fyri svart, er myrkablátt brúkt í hesum merkinum. Tað gevur búmerkinum betri dám, og ger tað eisini vakrari. Myrkablátt endurspeglar havið.


UM NAVNASKRIFTINA
Navnið er sett við skrift-týpuni Kefa. Tað er ein nýggj skrift, sum byggir á klassisku serifa-traditiónina við skriftum, sum hava føtur. Tað serliga við Kefa er, at mangastaðni eru hvassir endar rundaðir. Kefa er eitt sindur bleyt, rund og vinarlig. 


UM UPPSETINGINA AV NAVNINUM
Orðið Sjómansmissiónin er sera langt, og er tí deilt í tvey. Rættskrivingarreglur siga, at tað skuldi havt eina bindistriku í Sjómans-, men vanlig mannagongd er, at tá ið man setur nøvn í búmerkjum, brýtur man hesa reglu, og letur vakurleikan og einfaldleikan ráða. Hartil kann sigast, at FØROYSKA stendur við einari skriftstødd, meðan SJÓMANSMISSIÓNIN stendur við eini størri skriftstødd. Tí stendur SJÓMANSMISSIÓNIN sum eitt orð, hóast tað er deilt í tvey.


SKRIFT TIL BRÆVSKRIVING OG SNIÐ
Mælt verður til, at brúka Kefa víðari í sniðinum hjá Sjómansmissiónini, og soleiðis fáa ein sterkan samleika.




Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.