Um búmerkið
Búmerkið er gjørt til eitt við fyrsta stavin í navninum, N.  Búmerkið umboðar tveir fiskar, sum eru settir í staðin fyri skrá-strikuna í N-inum. At teir hava hvør sín lit bendir á, at teir eru av hvør sínum slagi, eitt nú toskur og hvítingur. Tann hallandi linjan, sum fiskarnir standa í, bendir á eitt samliband, sum fiskarnir ferðast niður eftir, frá vinstru til høgru. Stertarnir, sum báðir snarast úteftir í endanum, eiga sín paralella form í J-inum.
Búmerkið hevur bert ein uppsetingarhátt.


Um navnaskriftina
Skriftin í navninum eitur Trajan Bold. Hon er ein sera tíðarleys skrift, teknað av romverjunum fyri góðum tvey túsund árum síðani, og er tann skriftin, sum allar serifa-skriftir byggja á.


Um litirnar
Tveir litir eru í búmerkinum: Myrkablátt og limegrønt. Myrkablái liturin ímyndar sjógv, reinleika og bláan, grábláan og hvítan fisk, meðan tann limegrøni liturin ímyndar øðrvísi litaðan fisk so sum kongafisk, tosk osv, men hann ímyndar eisini æti.




Nota Bene
Uppsetingarhátturin av búmerkinum er avgerandi og endaligir.

Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmundarliga rætt, t.e. proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.