BÚMERKIÐ
Búmerkið er sett saman av stavunum í navninum og einum boga omanfyri.
Búmerkið úttrykkir m. a. eitt tak, eina brúgv, ein veg, tað ovasta í einum tunnilsmunna, ein tvørskurð av einum tunli. Bogin er eisini eitt tak í til dømis eini høll, og standa stavirnir BYGGIRÁÐ sum ein kassi undir boganum og úttrykkja tí húsið.EItt slagorð til búmerkið kundi verið: “Tak yvir høvdið”.

Alt merkið stendur soleiðis saman, har innanhýsis støddarviðurskiftini eru eins.

Vit kunnu siga, at bogin er byggingin, sum byggir á tey góðu ráðini frá BYGGIRÁÐ. Stavirnir í navninum við boganum omanfyri standa saman sum ein avlangur fýrakantur og minnir hetta tilsamans kanska sterkast á eitt hús, – ella eina høll, – har bogin omanfyri er takið.Búmerkið er sera einfalt og lætt at leggja á minni; navnið eisini, tí tað er partur av merkinum.


LITIRNIR
Tveir litir eru í búmerkinum: ljósablátt, og myrkablátt.
Ljósablái liturin hevur lívligt, frískt, og nútíðarligt úttrykk.
Myrkablái liturin úttrykkir jarn, betong (nakað tungt), íhaldssemi og støðugfesti.

Litirnir standa væl saman og skapa eitt breitt spenni í úttrykkinum, alt frá føstum íhaldssemi til fríttflúgvandi nýhugsan.


NAVNASKRIFTIN
Navnaskriftin er teknað út frá skriftini Handel Gothic. Hon varð teknað av Don Handel mitt í 1960’unum, og varð eitt nú brúkt í 1973 til logoið hjá United Airlines.Til búmerkið hjá BYGGIRÁÐ eru stavirnir nógv broyttir. Millum annað er eitt glopp gjørt ímillum oyrað og stelkin í R’inum, stelkurin í R’inum er gjørdur beinur, og stavirnir eru allir gjørdir væl kraftigari.


ADRESSUKRIFTIN
Til adressuskrift á brævpappírum o.ø. er Handel Gothic vorðin brúkt.


BRÆVASKRIFTIN
Sum brævaskrift havi eg valt Helvetica, (sum hesin teksturin er settur við). Hon varð útviklað í 1957 av Max Miedingar og Eduard Hoffmann í Münchenstein, Sveis. Málið hjá teimum við at tekna Helvetica var at skapa eina nevtrala skrift-týpu sum hevði stóran klárleika, og sum kundi brúkast til eitt vítt litbrá av merkingum.




Nota Bene
Uppsetingarhátturin er avgerandi og endaligur. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella øvugt.

At búmerkið hevur einans ein uppsetingarhátt er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.