UM BÚMERKIÐ
Búmerkið vísir tveir persónar, sum venda andlit hvør ímóti øðrum. Ein er í forgrundini og hin er í bakgrundini. Hesir báðir persónar lýsa hjálparfólk og sjúklingin. Eisini lýsir hetta sjúklingin áðrenn og eftir viðgerð.

Skuggin (sum er persónurin í bakgrundini) lýsir sjúkuna, meðan fremri persónurin lýsir stevnumiðið, sum hann miðar ímóti. Skuggin tengist tí, at sjúklingurin hevur livað “í lívsins skuggasíðu”. Nú fer hann at spegla sær í einum frískum persóni, sum kann leiða hann úr skugganum inn í heilbrigdi, gleði og ljós.

Persónarnir eru báðir í eygnahædd. Hetta merkir, at starvsfólkið tosar ikki niður á sjúklingin, men møtir honum á hansara støði, og lyftir hann upp.

Teir tveir persónarnir lýsa eina dualismu, at tað eru tvær kreftur, sum stríðast í sjúklinginum: Lívsins skuggasíða og so tað ljósa, fríska lívið, sum eigur at vinna.

Fremri persónurin er teknaður sum strikumynd, og líkjast formar og tjykd í honum stavunum í navninum. Strikumyndin lýsir eisini, at hesin persónurin er lættur og frískur, tí at nú er skuggin (sjúkan) farin úr honum.


UM LITIRNAR
Tveir litir eru í búmerkinum: Blátt og grønt. Litirnir eru seriøsir, men eisini frískir og reinir.Blái liturin lýsir m.a.: seriøsitet, at sláa kalt vatn í blóðið, at vakna við kaldan dreym, at vakna til álvara (seriøsitet), vatn, vaskan, tað váta slagið (sum man vil sleppa burturúr).

At sláa kalt vatn í blóðið hongur tætt sama við at gerast edrúur.
Grøni liturin tengist gróðuri og tí eisini tí at gerast grøddur, t.e. frískur í sinn og skinn.Fríski persónurin hevur sama lit sum HEILBRIGDI, meðan sjúklingurin hevur sama lit sum VIÐGERÐARSTOVNUR. Heilbrigdi merkir jú frískleiki, sum er stevnumiðið hjá stovninum, og hjá sjúklingunum.


UM NAVNASKRIFTINA
Navnið er sett við skrift-týpuni Magistral. Tað er ein nýggj skrift, við nútímans úttrykki. Magistral er opin og lætt lesilig. Navnið er sett við hástavum.





Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.

Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.