BÚMERKIÐ
Í búmerkinum er dentur lagdur á val av skrifttýpu.
Skriftin útstrálar nútímaligheit innan tøkni, orku, vhs, og annað.
Grøni formurin í R’inum ber boð um grøna orku og framkomna tøkni. Grøni formurin minnir um grøna ljósið á maskinum, teldum, o.ø., sum lýsir tá tey eru tendrað, men eisini um knøtt og eitt sindur um eitt blað, við tað at tvey hjørn eru eitt sindur spískari. Hann ber eisini boð um vatn og vind.

Navn og búmerki eru samantvinnað soleiðis, at búmerkið er partur av navninum, og navnið er partur av búmerkinum.
R’ið, við grøna forminum, kann brúkast fyri seg.

Búmerkið hevur tveir uppsetingarhættir, sum báðir verða brúktir, hvør til sítt endamál, so sum teir best hóska seg.


LITIRNIR
Tveir litir eru í búmerkinum: Myrkablátt og ljósagrønt. Blái liturin umboðar seriøsitet og maskinur. Blátt er eisini álitisvekjandi.

Grøni liturin umboðar tøkni og grøna orku, og at ein tekur hædd fyri umhvørvinum.


NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skrift-týpuni Magistral. Tað er eisini ein heilt nýggj skrift, við sera nútímans formum og linjum.

Magistral hevur bæði rundar og spískar formar.
RENO er sett við Bold, og VENT er sett við Regular.


SKRIFT TIL ADRESSU
Til adressu á brævpappírir og annað, havi eg valt eisini at brúka Magistral. Soleiðis hevur man ein sera einfaldan og eintáttaðan samleika. Mælt verður tó frá, at brúka Magistral í brævskriving, tí hon er ikki egnað.





NOTA BENE
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmunarliga (proportionalt).
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.