UM BÚMERKIÐ
Navnið og búmerkið eru eitt, og standa altíð saman sum ein heild. Bil stendur við beinari skrift, meðan reins stendur við skráskrift. Bil stendur við beinari skrift, tí bilarnir standa stillir, meðan man reinsar teir.

Reinsingin er aktiviteturin, tí er framdrift og aktivitetur í tí, og tí stendur tað við skráskrift. Yvir og undir REINS eru bláar tríkantaðar rípur, sum hava við tað at gera, at reingerðin krevur vatn og reingerðarevni.Fyri at búmerkið ikki skal geva boð um bilvask, eru eingir dropar ella vatnplask í búmerkinum. Búmerkið úttrykkir sostatt klárt bilreins, ikki bilvask. Hetta er týdningarmikið.

Mett verður, at tað er ikki seriøst at hava ein bil sum evni í búmerkinum, men heldur reins í breiðari týdningi. Fyrsti partur av navninum er jú BIL, tí nýtist ikki at útpensla tað meira.



Frágreiðing:
Búmerkið er gjørt úr tí, tá ið ein sproytar reinsievni á ein rút, ella annað øki á bili, og síðan strýkur eftir tí við einum klúti, og alt verður reint.



UM LITIRNAR
Tveir litir eru í búmerkinum: Myrkablátt og ljósablátt. Teir úttrykkja stál, bilar, maskinur, seriøsitet, álit, reinleika, vatn.

UM NAVNASKRIFTINA
Navnið er sett við skrift-týpuni Futura. Hon er ein sans-serif skrift frá fyrru helvt av 20 øld.

UM UPPSETINGINA AV NAVNINUM
Tveir partar eru í navninum: Bil og Reins. Teir eru deildir sundur, bæði í formi og í liti. Eyðkenni er lagt inn í navnið, samstundis sum tað er deilt sundur í tvey, og tí lættari at lesa. Navnið er búmerkið, búmerkið er navnið.

SKRIFT TIL BRÆVSKRIVING OG SNIÐ
Til adressu á brævpappírir og brævaskriving sum heild, verður Helvetica Neue brúkt.





Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.