BÚMERKIÐ
Støddin á grøna økinum á trænum er gjørd umleið somu stødd sum hjartað í búmerkinum hjá Kelduni. Plaseringin av grøna økinum í mun til fýrkantarnar í bakgrundini er eisini eins í mun til búmerkið hjá Kelduni.
Bummurin og greinarnar í trænum skulu benda á ein kross; men ikki á ein søktan og yvirráðandi hátt. Linjurnar í bumminum og báðum greinunum skerast í miðjuni á krossinum, sum er aftanfyri.

Linjurnar í rótini eru inspireraðar av linjunum í ánni, við eini sveiggjandi linju, sum endar í einum spíski. Røturnar eru fimm í tali, sum er eitt menniskjansligt tal, samanber fimm fingrar. Talið fimm symboliserar eisini náði, samanber tað, sum keypt varð fyri silvur í Bíbliuni, var keypt fyri 5, 50 ella 500 silvurpeningar.

Vit síggja, at rótin fær vatn úr ánni. Vatnið gevur trænum lív. Samanber hin rættvísa í sálmunum, sum er plantaður við áarløkur, og sum aldri lættir av at bera ávøkst.


LITIRNIR
Grøni og ljósabrúnu litirnir eru stillaðir soleiðis, at teir harmonera við hinar litirnar, sum allir eru óbroyttir frá búmerkinum hjá Kelduni. Grøni liturin er komplimenterlitur til reyða litin í hjartanum á búmerkinum hjá Kelduni. Ljósi grábrúni liturin í bjálkanum er gjørdur dempaður og ljósur, tí hann skal standa sum komplimentlitur til ljósabláa litin í ánni.


NAVNASKRIFTIN
Stavirnir í orðinum Keldan eru teir somu sum í búmerkinum hjá Kelduni. Orðið Frískúlin er við vilja sett við eini heilt øðrvísi skrift, eini meiri fríari skrift, sum eisini er bleyt, og stendur væl í kontrast til teir meira kantutu stavirnar í “Keldan”. Fonturin í Frískúlin eitur Script MT, men eg havi skoytt summar stavir saman, sum annars ikki nortu hvønnannan.


ADRESSU- OG BRÆVASKRIFT
Til adressuskrift á brævpappírum og eisini til alla brævaskrift skúlans havi eg valt at brúka fonttýpuna Garamond. Hetta er ein serif fonttýpa, sum merkir, at stavirnir hava føtur. Garamond varð teknað av fransmanninum Claude Garamond (c. 1480-1561).

Til faldarar og annað design tilfar, kann ein brúka Garamond Script MT saman.




Nota Bene
Teir tveir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skriftina, ella skriftina í mun til merkið.

At búmerkið einans hevur tveir uppsetingarhættir er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ 97.