Búmerkið er sett saman av einum píli og einum øðrum formi, sum bognar undan pílinum. Pílurin og formurin hava hvør sín lit og lutirnir viga javnt. Ímillum lutirnar er eitt tómt pláss, eitt glopp, sum minkar til høgru og er minst, har sum oddarnir møtast. Jarn verður m.a. skorið, boygt og sveisað og tað er hugmyndin aftanfyri búmerkið. Blái tríkanturin er tólið, sum arbeiðir jarnið, meðan svarti formurin er jarnið, sum verður formað.

Fonturin eitur Franklin Gothic. Hann stendur júst sum hann er, við stórum støvum, óbroyttur. Stavirnir eru beinir og rundir og standa væl saman við búmerkinum.

HP stendur við bláum, meðan jarn stendur við svørtum. Valt er at hava glopp millum HP og JARN, tí um tað ikki var, hevði navnið ikki givið meining, tá ein ger t.d. klisje og stempul, har alt er svart.

Búmerkið hevur einans ein uppsetingarhátt.

Nota Bene
Uppsetingarhátturin av búmerkinum er avgerandi og endaligur. Ein eigur ongantíð at flyta, minka, ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.
Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ ‘97.