Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Ofta spurdir spurningar

Sp?

Hvussu langa tíð tekur tað vanliga at tekna eitt búmerki?

Sv.

At tekna eitt búmerki er oftast ein tilgongd, ið tekur áleið ein mánað. Vanliga verður tað víst fram tvey uppskot um búmerki í tveimum útprentaðum framløgu-mappum. Um so annað av teimum verður valt, so kunnu vera onkrar tillagingar, sum so verða gjørdar; ella onnur uppskot verða teknað.

Sp?

Hvussu langa tíð tekur tað at gera eina heimasíðu?

Sv.

Ein heimasíða tekur sum oftast ein til tveir mánaðir at gera, alt eftir hvussu umfatandi hon er, og hvørjar trupulleikar vit kunnu stoyta okkum á, tá siti verður við henni.
Ein heimasíða er ikki løtuverk - tolin trívst, og góð ting eru verd at bíða eftir.

Sp?

Hvussu nógv kostar eitt búmerki?

Sv.

Eitt búmerki er hornasteinurin í eini fyritøku, og er hetta ikki at forsmáa. Frá Krea fært tú eitt búmerki fyri 20.000 krónur, og er hetta ein góður prísur. Um arbeiðið tekur longri enn vanligt, tí at man vil gera arbeiðið eyka gott, so kann prísurin liggja hægri.

Búmerki er tað andlitið, ið kundi tykkara sær; tað er tykkara andlit úteftir og er hetta nakað, ið tit skulu liva við altíð. Um búmerkið er gott, so er lætt at gera eitt gott og flott snið allan vegin ígjøgnum. Eingin, sum fær sær eitt ordiligt búmerki, angrar tað eina tíð fram. Øll eru glað fyri tað, og innsíggja, at teir pengarnir, sum brúktir vóru til at leggja sjálvan hornasteinin í grafiska samleikanum hjá fyritøkuni, vóru væl brúktir.

Sp?

Hvat kostar ein heimasíða?

Sv.

Heimasíður eru ymiskar, og tað ber ikki til at koma við einum standard prísi, men tú skalt verða sera vælkomin at biðja okkum um eitt óbindandi tilboð.

Mong koma kanska ongantíð inn á tína skrivstovu ella virki likamliga, men vitja tykkum bara á netinum - tí er týdningarmikið at hetta framsýningarhøli eisini er pent og ímøtikomandi.