gllj

Krea í Runavík hevur selt tey fyrstu intranetini til Grønlands. Avtala er júst gjørd við kt-fyritøkuna Inu:it í Grønlandi. Teir hava keypt intranet frá Krea, og avtala er gjørd um, at teir fara at selja intranet fyri Krea í Grønlandi.

Inu:it byrjaði í 1996, og teir hava deildir í Nuuk, Qaqortoq, Ilulissat, Sisimiut og í Thisted í Danmark.

Intranetið, sum Krea hevur ment, er umsett til fleiri mál. Tað er á føroyskum, donskum, enskum og nú eisini á grønlendskum. Í Grønlandi eru tey sera spent uppá at fáa eina tílíka skipan á teirra egna máli – nakað sum tey als ikki eru von við. Hetta saman við at intranetið er so einfalt og brúkaravinarligt, ger at Inu:it væntar at nógvar fyritøkur í Grønlandi koma at taka intranetið til sín.