Krea samtykki

Krea samtykki (compliance)

Hendan siðan verður regluliga dagførd við viðkomandi innihaldi um persónsdata, sertifikeringar og trygd.

Hvat er persónsdata?

Vísandi til nýggju persónsdátuskipanina bólkast persónsupplýsingar sum ”vanligir upplýsingar” og sum ”viðkvæmir upplýsingar”.

Vanligir upplýsingar kunnu t.d. vera navn, adressa, e-mail og telefon nr. á starvsfólkum ella kundum.

Viðkvæmir upplýsingar kunnu t.d. vera húðalitur, politisk hugsjón ella upplýsingar um revsiverk viðurskifti.

Hevur tú t.d. ein web-handil, har kundar skulu upplysa navn og e-mail adressu, fyri at bíleggja, ella t.d. fótbóltsfelag har limir kunnu stovna seg sjálvar, hevur tú ábyrgd fyri tey data, sum verða savnaði og varðveitt á webhotellinum.

Dátuviðgeri

Er tín handil, virki ella felag hýst á einum web-hotelli hjá okkum, ert tú dataábyrgdari fyri allar persónsupplýsingar, sum verða varðveittir og savnaðir.

Við tað at Krea varðveitir hesar persónsupplýsingar á okkara servarum, vilja vit virka sum dátuviðgeri. Tú eigur tískil at gera eina ”Dátuviðgeraravtalu” við okkum.

Hevur tú meir útgreinandi spurningar um Dátuviðgeraravtalu ella Persónsdátuskipan, ert tú vælkomin at samskifti við ráðgeva um hetta ella samskifta við okkum á 793000 ella krea@krea.fo.

Undirdátuviðgeri

Á niðanfyristandandi lista er yvirlit yvir undirdátuviðgerarar hjá KREA.

Tá KREA sum dátuviðgeri, viðgerð persónsupplýsingar vegna okkara kunda, kunnu nevndu undirdátuviðgerar nýtast til at gera virksemi innan teirra arbeiðsøki.

FyritøkaLand 
ElektronFO 
Simply.comDK 

Dátuábyrgdari

Tá tú ert beinleiðis kundi á KREA hava vit dátuábyrgd fyri teir upplýsingar, tú veitir okkum. Vit brúka í fyrsta lagi hesar upplýsingar til tænastuveiting og fakturering, og til skráseting av virkisøki tína vegna.

Persónsdatupolitikkur

Tú kanst fáa eina lýsing av okkara persónsdatapolitikki, sum m.a. er um nýtslu av hesi heimasíðu.

Les ”Persónsdátupolitikkur