Búmerkir

Búmerkið
Búmerkið er samansett av fimm formum, sum hava hvør sín lit. Saman lýsa formarnir Skálafjørðin — á ein glaðan, frískan, frían, listarligan hátt, so sum eitt glatt menniskja (eitt nú Joan Miró) í almiklum skundi kundi málað hann. Búmerkið útstrálar skapandi list, og er við vilja ikki gjørt alt ov fínpussað, tí linjurnar eru penslastrok. Á henda hátt útstrálar búmerkið fría skapanargleði, ikki steinrunnan sterilitet.

Ljósablái formurin lýsir fjørðin sjálvan. Rundaði krókurin uttast til høgru á hesum formi lýsir løkin, sum krókar sær oman gjøgnum Runavíkina. Sostatt umboðar hesin krókur eisini alt økið kring løkin: Løkshøll, skúlan við Løkin, og Bylgjuna. Alt annað líka er hetta staðið, har man mest savnast á mentanarvikuni.

Vit síggja inn eftir skálafjørðinum. Fjøllini á skálafjørðinum eru eyðkend. Frá høgru til vinstru hava vit eyðkenda Lambafjall við tess runda høvda fremst og langa slætta aftan, so hava vit fýrkantaða og avkubbaða Støðlafjall, síðan kemur pýramiduformaða fjallið omanfyri Skipanes, og tann formurin er her latin hanga saman við tveimum øðrum fjøllum longur inni. Á vinstru síðu síggja vit Skálafjall, sum gongur út í fjørðin.

Litir
Í búmerkinum eru fimm litir: Myrkablátt, ljósablátt, myrkareytt, appelsingult og grønt. Litirnir lýsa ein várdag, har sól stendur høgt á himni, og øll fara fró og klár  til verka í síni listgrein og annað. Litirnir lýsa eisini lív og fjølbroytni, eina samankoming av monglum lívligum táttum, sum hava miðstøð uttast á Skálafjørðinum, men haðani hetta virksemi frítt fløðir víðari út til aðrar bygdir í kommununi; (hetta tengist teimum fløðandi linjurnar í búmerkinum).

Tað, at búmerkið hevur heilar fimm litir, kann koma til sín rætt, tá ið man ger faldarar og annað. Mangan, tá ið man brúkar búmerkjalitir í sniðgeving, manglar man litir, tá ið búmerkjalitirnir eru brúktir, og so má man gera sær fleiri litir, sum passa til. Tað verður valla vandin við hesum.

Navnaskrift
Navnið er sett við skrift-týpuni Diavlo. Mentanar stendur við Diavlo Black, og vikan við Diavlo Book. Hetta deilir tað annars langa heitið í tvey, og ger tað lættari at lesa. Diavlo er ein nýggj skrift, sum varð útgivin í 2007. Hon hevur rundar og spískar formar, sum endurspegla spíra og vár. Henda skrift er opin og lætt lesilig.
(Diavlo líkist eitt sindur fontinum, sum Føroya Tele brúkar, men er tó ikki hin sami. Hann eitur Cocon.)

Undirteksturin er settur við Futura, sum er ein geometrisk sans-serif skrift, teknað av Paul Renner í 1927.


Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.