Búmerkir

BÚMERKIÐ
Búmerkið er ein talibløðra við útskornari vangamynd, av einum fólki, sum tosar.
Búmerkið er einfalt og stílreint. Runda skapið á talibløðruni ger, at búmerkið ikki sær kalt ella stívt út.

LITIRNIR
Búmerkið hevur tríggjar blágrønar litir í hvør sínum tóna. Blágrønt er ofta sett í
samband við dýpd, tryggleika og støðufesti. Tað ímyndar álit/sjálvsálit, trúfesti,
vit, trúgv, sannleika og himmalin. Blátt verður hildið at hava jaliga ávirkan a sinn
og skinn. Grønt hevur eina róliga ávirkan á fólk.

NAVNASKRIFTIN
Skriftin eitur Brother 1816 medium, sum er ein sansserifa-skrift, sum merkir, at
hon hevur ongar føtur. Skriftin er stílrein og bein, og eg haldi, at tað úttrykkir
professionalismu. Tað er týdningarmikið, at hvør stavur riggar væl. Mær dámdi
serliga væl G’ið í hesari skriftini, tí tað er so einfalt. Eg royndi fleiri
sansserifa-skriftir, men helt, at eingin hevði so stílreint ”G” sum hendan.

ADRESSU- OG SKELTASKRIFT
Til adressu- og skeltaskrift havi eg valt at brúka Brother 1816 Book.


NB
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á
nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmundarliga rætt, t.e. proportionalt.

Armgarð Absalonsen, grafiskur sniðgevi.