Búmerkir

BÚMERKIÐ
Vit síggja ein kringul við fýra opum. Inni í hesum kringi stendur navn skúlans, TSK. Opini hava hvassar oddar báðumegin við, sum eru líka sum spírar, ella sum opnar dyr.

Teir hvøssu spírarnir, teir mongu litirnir, og tann rundi formurin, geva búmerkinum eina kenslu av blóming — at okkurt spírar fram og blómar. Henda spíring gongur út í allar fýra ættir út frá TSK.

Rúmið, sum TSK stendur inni í, er skúlin sjálvur. Rundi formurin merkir, at skúlin er ein fullfíggjað heild, har eingin partur vantar. Tær fyrstu tríggjar dyrnar og formar umboða timbur, el, og maskin, sum eru elst í skúlanum. Fjórðu dyrnar og fjórði formurin umboðar aðrar deildir, herundir tøknibreyt, serbreyt og matgerðarlist. Grøni liturin ber boð um grøði, blóming og umhvørvi. Tøknibreyt er umboðað í øllum fýra formunum, og serbreytin partvís — sum enn er. Deildir, sum kunnu koma afturat í framtíðini, eru umboðaðar í teimum fýra pørtunum, og annars í heildarrúminum, har TSK stendur. Dyrnar umboða bæði inn- og útgongdir, tað er: byrjað og lokin skúlagongd.

Heildarformurin í búmerkinum minnir um ymisk ting: Dreyibonkur, fresari, skrúva, blóma, elektrisk ringrás við fýra kontaktum. Eisini minnir tað um leidningar, tí tú hevur brúnt, blátt og appelsingult, sum eru litir á leiðarum í leidningi.

Sum heild kann sigast, at búmerkið er ein abstrakt lýsing av virksemi skúlans í síni heild, tí hvar ið formarnir minna um mangt, sum tengist virksemi skúlans, so er tað ikki ein avgjørd mynd av nøkrum av hesum tingunum framum nakað annað.

Teir fýra fjórðingarnir í ringinum merkja eisini ársfjórðingar, semestur, og ár. Teir merkja eisini tær fýra ættirnar, sum næmingar koma úr, og sum teir fara aftur í, eftir lokna útbúgving.

Tað, at ringurin hallar, gevur boð um, at hann melur og er livandi. Hetta er skúlaárið, sum ferðast í ring, endurnýggjast, og ferðast í annan ring.

LITIRNIR
Fýra litir eru í ringinum: Appelsingult, ljósablátt, reyðbrúnt og ljósagrønt. Litirnir eru lættir, frískir og glaðligir, tí teir skulu venda sær til ung til allar tíðir. Teir frísku litirnir gera hyggjaran í góðum lag.

Appelsinguli liturin umboðar el, blái umboðar maskin, reyðbrúni umboðar timbur, meðan grøni umboðar matgerðarlist og annað. Skriftin er myrkablá, sum er ein góður botnlitur, sum líkasum ber teir løttu litirnar. (Svart hevði verið óhóskandi, tí svart er ov deytt.) Sum longu sagt omanfyri, umboða litirnir og formarnir eisini annað, bæði partvís og heilt.

NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skrift-týpuni Futura. Hon er ein geometrisk sans-serif skrift, sniðgivin av Paul Renner, og útgivin í 1927. Geometrisku formarnir gera, at Futura harmonerar við merkið, sum eisini er runt.

NAVN OG BÚMERKI
Navnið stendur inni í búmerkinum. Hetta knýtir búmerkið og navnið fast saman, og ger, at TSK er ein samantvinnaður partur av búmerkinum. Loyvt er at brúka TSK fyri seg, men búmerkið eigur ikki at brúkast við ongum stavum. Búmerkið er altso navn og merki saman, sum ein heild.

SKRIFT TIL ADRESSU
Til adressu á brævpappírir og annað, havi eg valt Museo Sans. Museo er ein væl umtókn nútímans skrift, og er ætlað bæði til prent og internet. Museo varð teknað í 2008. Museo er eisini opin og rund, sum Futura, men hevur meira nútímans eyðkennir, sum eru góð at fáa fram eisini.

Nota Bene
Uppsetingarhhátturin av búmerkinum er avgerandi og endaligur.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmunarliga (proportionalt).

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.