Búmerkir

BÚMERKIÐ
Búmerkið er tveir pílar. Reyði pílurin umboðar hita, hann peikar uppeftir, tí hiti fer uppeftir, og blái pílurin ímyndar kulda og peikar niðureftir. Pílarnir umboða termo partin av fyritøkuni.

Hvíta “gloppið” millum pílarnar sær út sum eitt snarljós, sum jú er ein ravmagnsúrløðing. Snarljósið lýsir “el” partin av fyritøkuni og snarljós er eisini altjóða brúkt sum symbol fyri elektrisitet. Hetta er ein háttur at brúka snarljósið, uttan at tað verður alt ov eyðsýnt; toran er har men hon er eitt sindur fjald.

Í hesum búmerkinum er bæði term og el væl umboðað.
Búmerkið hongur saman við navninum TermEl og lýsir væl tað, fyritøkan ger.

LITIRNIR
Búmerkið er reytt og blátt og skriftin myrkablágrøn.
Reytt og blátt standa fyri kulda og hita.

Blátt: Blátt er liturin á himmal og havi. Tað verður sett í samband við dýpd og støðufesti. Blátt ímyndar álit, trúfesti, vísdóm, sjálvsálit, vit, trúgv, sannleika og himmalin.

Reytt: Reytt ímyndar kærleika, freisting, harskap, vanda, vreiði og váðaverk. Reytt er eisini liturin fyri eld og blóð – orku og megi.
Reytt verður eisini sett í samband við hetjudirvi, og í Asia ímyndar reytt eydnu.

NAVNASKRIFTIN
Til “TERM” havi eg brúkt skriftina “Montserrat regular” og til “EL” havi eg brúkt “Montserrat extrabold”.
Skriftin “Montserrat” er ein sansserifa-skrift, sum merkir, at hon hevur ongar føtur. Skriftin er stílrein og sær professionel út.

N.B.
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað lutfalsliga rætt.

Armgarð Absalonsen, grafiskur sniðgevi.