Búmerkir

UM BÚMERKIÐ
Vit síggja ein hvítan loga inni í einum fløtum, reyðum rundingi.

Login er samstundis eitt stórt E, sum eisini er fyrsti stavur í navninum. E’ið sæst týðiliga, tá ið ein snarar høvdinum 45 gradur til vinstru.

Ein innilokaður logi gevur trygga kenslu, at eitt so vandamikið ting sum eldur verður vart og stýrt; hvarafturímóti ein logi, sum stendur berur, virkar vandamikil, tí hann ber boð um opnan eld.

Búmerkið umboðar í fyrsta lagi ein loga inni í einum ovni. Formurin á loganum minnir eisini um eina pasta skrúvu og eina spariperu, og reyði depilin minnir okkum um tomat og annan reyðan mat.

Reyði depilin er eisini “staðið”, har tú keypir hvítvørurnar til skipini.

Rundi formurin í búmerkinum minnir um ein knøtt í eletronikki; og í hesum føri, at ovnurin er frá, — at ljósið lýsir reytt. Login tengist eisini einum el-neista. Fyrsti parturin í Elding er El, sum er stytting fyri elektrisitet. El-neistin tengist tí eisini hesum. Elding merkir jú at kynda, og tí eru neistin og login ógvuliga nærliggjandi.


UM LITIRNAR

Tveir litir eru í búmerkinum: Reytt og svart. Merkið er reytt, skriftin er svørt. Hvítt roknast ikki sum litur. Svarti liturin umboðar ovn, meðan reyði liturin umboðar orku og kynding.

Reyði liturin er ein eitt sindur myrkur tóni av fagurreyðum. Hann er heitur og matligur, og leiðir hugan til eitt nú tomat, paprika og chili.

Lívið og brigdini í loganum verða lýst við skiftandi formum í loganum sjálvum, og tí nýtist búmerkinum ikki fleiri tónar av reyðum. Ein góður, reyður litur er nokk.


UM NAVNASKRIFTINA

Navnið er sett við skrift-týpuni Brother 1816. Tað er ein nútímans sans-serifa skrift, sum finst í nógvum tjykdum. Brother 1816 hevur reint og samstundis ídnaðarligt úttrykk og er tí væl egnað hesa bransju. Hon fylgir Futura traditiónini, men er á mangan hátt reinari og vakrari.   Futura er frá 1930’unum.


SKRIFT TIL SNIÐ OG BRÆVSKRIVING

Til adressutekst í brævlinjuni havi eg brúkt Brother 1816.

Mælt verður til, at Brother 1816 eisini verður brúkt í brævskriving, soleiðis at ein fær eitt sterkt, samlað snið.

 

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.

Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.