Búmerkir

UM BÚMERKIÐ
Búmerkið er samansett av einum kassa og tveimum bylgjum, sum sveiggja tvørturígjøgnum kassan.

Bylgjurnar eru líka sum tvey S, og tengjast tey s’unum í sand og ship.

Kassin verður skorin í tvey av bylgjunum, og hava partarnir hvør sín lit. Niðari parturin kann tengjast havbotninum og hevur hann sand-reyðan lit, meðan ovari parturin er havið og er bláur. S’ini byrja frá havbotninum í neðra og fara uppeftir til høgru og ganga út við havið í erva. Soleiðis er boðskapurin í fyrstu atløgu hesin: Sandship heintar sand av havsins botni og førir hann eftir havi til lands, men er síðan eisini vaksið til at flyta allan farm eftir havinum frá A til B, t.e. frá vinstra ovara horni til høgra ovara horn.

Ship-parturin av navninum ber boð um, at Sandship eisini fæst við SHIPPING. Sostatt umboða bæði S’ini í búmerkinum eisini flutning í síni heild, ikki bara flutning av sandi, men øllum øðrum farmi, sum ein shipping fyritøka ger.

UM LITIRNAR
Tveir litir eru í búmerkinum: Myrkablátt og reytt.

Myrkablái liturin minnir á hav og tungt metall, meðan reyði minnir á sand, kraft, og brensluevni til at flyta farm.

Litirnir saman virka maritimir, seriøsir, livandi og sterkir.

UM NAVNASKRIFTINA
Navnið er sett við skrift-týpuni Montserrat. Tað er ein sans-serifa skrift, sum finst í sera nógvum tjykdum. Montserrat hevur eitt rátt og ídnaðarligt úttrykk og er tí væl egnað til skipavinnu. Montserrat varð teknað av Julieta Ulanovsky í 2014, eftir hondgjørdum skeltum í Buenos Aires.

SKRIFT TIL SNIÐ OG BRÆVSKRIVING
Til adressutekst í brævlinjuni havi eg brúkt Montserrat.

Mælt verður til, at Montserrat eisini verður brúkt í brævskriving, soleiðis at ein fær eitt sterkt, samlað snið.

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.