Búmerkir

UM BÚMERKIÐ
Vit síggja tríggjar fiskar, sum mynda ein ring. Fiskarnir hava sama einkla form, so einkult sum eitt barn kundi teknað teir. Tveir teir ovastu liggja á rygginum, meðan tann niðasti liggur á búkinum. Tann niðasti er sostatt enn ikki deyður, og er hann eisini myrkabláur, sum merkir, at hann svimur í havinum.

Ring formurin gevur boð um jørðina og havið, sum er tilfeingisøkið har fiskurin svimur. Ringurin ber eisini boð um fullfíggjaða heild, og um trumlur, tannhjól og maskinur sum mala.

Merkið hevur ein rætning, sum gongur úr vinstru í neðra og uppeftir til høgru. Hetta, saman við tí, at merkið er myrkablátt í neðra, ber boð um, at fiskurin verður veiddur á havinum, men síðani lyftur upp á land.

UM LITIRNAR
Tríggir litir eru í búmerkinum: Myrkablátt, ljósablátt og turkisgrønt. Myrkablái liturin ímyndar havið, ljósablái liturin ímyndar reint vatn, og grøni liturin ímyndar vistfrøðiligan mat; (grøni fiskurin er mest “matligur”, tí hann sæst í avhøvdaðum líki). Litirnir eru valdir eftir eyganum, so at teir harmonera væl, og innihalda bæði tyngd og lættleika.

UM NAVNASKRIFTINA
Navnið er sett við skrift-týpuni Magistral. Tað er ein nýggj skrift, við nútímans úttrykki. Magistral er opin og lætt lesilig. Navnið er sett við hástavum.

SKRIFT TIL VÍÐARI SNIÐGEVING
Sum skrift til víðari sniðgeving, havi eg valt Montserrat. Tað er ein sans-serifa skrift, teknað í 2014, sum finst í sera nógvum tjykdum. Montserrat hevur eitt rátt og ídnaðarligt úttrykk.

 

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.

Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.