Búmerkir

BÚMERKIÐ

Vit hyggja í vesturætt og síggja inn á eystursíðuna av Løkshøll. Eyðkendi V formin ovast á bygninginum, við eyðkenda langa úthanginum, við súlum undir tí, sigur klárt, at hetta er Løkshøll.

Allar loddrættar linjur ganga saman í erva og gevur hetta kenslu av, at bygningurin er stórur, at hetta er ein høll. Ein strika, sum gongur út suðureftir vísir, at bygningurin gongur víðari í rann rætningin.

Navnið stendur inni í einum opi í niðara vinstra horni, og lýsir hetta sjálva Løkshøll innan. Rúmið er bogaformað ovast og lýsir hetta stórt rúm, eina høll.

Linjurnar í búmerkinum er livandi og hava fríhendis dám, sum ger merkið fólksligt, organiskt og ævintýrkent; altso, ikki stívt, men listarligt og livandi; tó greitt, ikki fløkt.

Formarnir og luftin ímillum teir eru hugsað hvørt í mun til annað, so at merkið er klárt, eisini tá ið tað verður brúkt í lítlari stødd. Búmerkið líkist einumhvørjum ljóðføri, eitt nú hørpu ella fiól, har strikurnar undir úthanginum eru sum strengur, og eru hesar strikur latnar ganga niðureftir, fyri at fáa strengurnar fram; og linjan undir navninum er sum armurin á fiólini. .

Undir navninum er formur, sum lýsir løkin. Krókurin í hesum formi gongur aftur í krókunum í bókstøvunum, og lýsir hann sveiggjandi løk, men eisini ein stav, sum sjónleikarar, dansarar, og orkesturleiðarar brúka. Hesin formurin sær eisini út sum munnur við smílikullu, og gevur glaðligan dám. Hann minnir eisini um eitt regnskjól, sum sjónleikarar ofta brúka. Á stuttligu nótunum kunnu vit ímynda okkum ein langan stav, sum kemur undan forhanginum, krøkir í ein leikara og hálar hann av pallinum,

… og so lær alt í kíki.

Ljóðføri brúka tónleikarar og stav brúka sjónleikarar; sostatt ganga báðar listgreinar inn í búmerkið á stuttligan hátt.

 

LITIRNIR
Litirnir í búmerkinum eru tríggir í tali. Litirnir eru ein bleyt, jarðlig, pastelkend samanseting, sum útstrálar hugna, fjølbroyttni, lív og stílfullheit.

Rustbrúni liturin er heintaður frá træverkinum framman á bygninginum, og frá rustgulu skeltunum frammanfyri hann.

Blágrái liturin ber boð um løkin og litin á bygninginum sum heild.

Myrkagrábrúni liturin gevur merkinum styrki og dýpd, hann er jarðligur og álvarsamur, tó ikki skitin. Hann er heintaður frá plátunum uttaná bygninginum.

 

NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skrifttýpuni Philosopher. Tað er ein serifaskrift, sum er viðgjørd soleiðis, at summir av fótunum í stavunum vanta, aðrir ikki, sum ger, at hon stendur væl til formarnar í búmerkinum. Skriftin hevur listafínt úttrykk, sum lýsir íborið medvit um list og mentan.

 

ADRESSU- OG SKELTASKRIFT
Til adressu- og skeltaskrift havi eg valt at brúka Museo Sans. Hon er sera greið at lesa í smáari skrift og stendur væl saman við navnaskriftini.

 

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.

Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmundarliga rætt, t.e. proportionalt.

 

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.