Búmerkir

UM BÚMERKIÐ

Búmerkið er sett saman av navninum og einfaldari striku omanfyri og niðanfyri, sum saman myndar ein eyðkendan, nútímans bygning. Ovara strikan hallar ovast, sum vísir takið, og gongur so niður í báðum síðum, BYGGING fluktar við hesar linjur, og niðasta linja hevur somu longd.

HOLM er latið koma útum rammuna av húsinum, og úttrykkir tað tann nýggja stílin, har bygningar eru teknaðir sum forskotnir kassar, har til dømis stovupartí gongur út um rammuna. Takið er einfalt, nútímans og hallar bert ein veg, ikki A formað.

BYGGING fluktar við strikuna av húsinum og stendur, saman við strikuni undir tí, sum niðasta hædd, ella sokkulin undir húsinum.

Stavirnir í HOLM eru beinir, kraftigir, standa tætt saman. L og M ganga inn í hvønn annan, líka sum sperrur ganga inn í aðar sperrur, ella inn í vegg. L’ið sær út sum ein vinkul.

 

UM LITIRNAR

Tveir litir eru í búmerkinum: Reyðbrúnt og grátt.
Reyðbrúni liturin úttrykkir stál-dragarar og annað serligt byggievni, meðan grái liturin úttrykkir betong og eternitt plátur.
Litirnir saman virka seriøsir, livandi og sterkir.
Hesin reyði liturin er eyðkendur innan byggivinnu í Føroyum.

 

UM NAVNASKRIFTINA

Navnið er sett við skrift-týpuni Montserrat.
Montserrat er ein sans-serifa skrift, sum finst í nógvum tjykdum. Montserrat hevur eitt rátt og ídnaðarligt úttrykk og er tí væl egnað til byggivinnu.

 

UM NAVNIÐ

Mælt verður til, at fyritøkan eitur HOLM BYGGING, ikki HOLM BYGGIVIRKI, sum er ov langt. Soleiðis verður náttúrligt, at starvsfólkið sigur: “Hjá HOLM BYGGING góðan dag”, og ikki: “Hjá HOLM, góðan dag”, ella “Hjá HOLM BYGGIVIRKI, góðan dag”. BYGGING er passaliga stutt og lætt lesiligt.

 

SKRIFT TIL SNIÐ OG BRÆVSKRIVING

Til adressutekst í brævlinjuni havi eg brúkt Montserrat.
Mælt verður til, at Montserrat eisini verður brúkt í brævskriving, soleiðis at ein fær eitt sterkt, samlað snið.

 

Nota Bene

Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.