Búmerkir

ÍSRAELSMISSIÓNIN, BÚMERKI
Búmerkið er ein samantvinnan av eini menorah og einum krossi. Omanfyri tvørbjálkan í krossinum eru tríggir klænir ringar, og ímynda hesir ljós gleðiboðskaparins. Ringarnir siga eisini, at man setur fokus á nakað, í hesum føri Ísrael og jødiska fólkið. Krossurin og menorah’in hava felags fót og felags loddrættan bjálka og merkir hetta, at kristin og jødar eru sprottin úr somu stammu — Ábrahams stammu, og eru eitt, tá ið vit eru í Kristi. Fóturin, niðast í búmerkinum, er heintaður úr bókstøvunum, og soleiðis hanga búmerkið og skriftin saman.
Búmerkið hevur tríggjar upsetingarhættir.

LITIRNIR
Blái liturin í búmerkinum er ísraelski flaggliturin. Búmerkið kann bæði brúkast blátt á hvítum botni, og hvítt á bláum botni.

NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skrift-týpuni Roboto Slab Bold. Tað er ein heilt nýggj skrift, 3-4 ára gomul, og hevur hon eitt nútíðarligt úttrykk.

SKRIFT TIL ADRESSU OG ANNAÐ
Til adressu og annað er hóskiligt at brúka Roboto Slab light.


Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmundarliga rætt, t.e. proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.