Búmerkir

KNOTAN, BÚMERKI
Búmerkið er teknað útfrá ovara leggjarbeini, sum beinknotan er partur av. Hetta er endurtikið tvær ferðir stigvíst aftureftir, við eini minking á 20% hvørja ferð; og so er hetta avritað og speglað, og lagt afturum hitt, sum ein mótpartur, ella skuggi av tí.

Hesi beinini saman, síggja út sum seks fólk, har høvdini og føturnir á teimum møtast. Fysioterapi krevur jú likamliga nerting. At høvdini á teimum fremstu yvirlappa, minnir á, at fysioterapeuturin mangan skal geva ráð um betri arbeiðsvanar og annað, og soleiðis stuðla sjúklinginum sálarliga, og soleiðis fyribyrgja, at skaðin endurtekur seg.

Teir báðir fremstu speglvendu formarnir merkja sostatt fysioterapeuturin og sjúklingurin. Hvør er hvør, er sum ein sær uppá tað, tí fysioterapeuturin setur jú sjúklingin framum seg sjálvan, tá hann tænir honum í viðgerðini. Formarnir aftanfyri teir fremstu bera boð um fleiri starvsfólk og fleiri sjúklingar; og somuleiðis, at fakið er fjøltáttað; men eisini, at viðgerðir vanliga mugu endurtakast, fyri at fullur bati skal náast.

Búmerkið minnir eisini um fingrar, sum trýsta niður á eina yvirflatu; har høvdini eru knúgvarnir, og kroppurin og beinini eru fingrarnir. Hetta tengist eisini fysioterapiini.

NAVNIÐ
Knota merkir beinknúta (epifysis á fakmáli). Valt varð at lata navnið standa í bundnum hátti, av trimum grundum: 1) Tá er KNOTAN ikki bara eitt av mongum støðum, har ein fær viðgerð, men staðið; 2) sjálvur formurin á navninum er vakrari og meira fullbúgvin við einum N’i í endanum, tí at N’ið stendur betur sum mótvekt til tað beina K’ið, sum stendur fyrst í navninum; 3) um vit samanbera við nøvn, sum longu eru til í málinum, eitt nú SPROTIN, VARÐIN, TAVAN og SOSIALURIN, so síggja vit, at slík nøvn sita betur í bundnum hátti.

LITIRNIR
Í búmerkinum eru seks litir: tríggir brúntónaðir litir, og tríggir blátónaðir. Litirnir komplimentera hvør annan, sum merkir, at teir eru mótpólar, sum viga líka nógv fyri eyganum, og skapa eina javnvág. Litbrigdini úttrykkja eitt livandi og fjøltáttað starvspláss, har nógv ymisk fólk hava samskifti, bæði í likamligum og hugarligum týdningi.

Litirnir eru dempaðir, eitt sindur gráligir. Stemningurin í litasamansetingini er nútímans og serligur í føroyskum høpi.

NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skrift-týpuni Avenir Book. Tað er ein sans-serif skrift, sum merkir, at hon hevur ongar føtur. Avenir varð teknað av Adrian Frutiger, og útgivin í 1988 av Linotype GmbH. Henda skrift byggir á eina simplistiska traditión, sum gongur heilt aftur til 1920’ini, og flokkast saman við fontum so sum Helvetica, Univers og Futura. Avenir signalerar nakað klassiskt, sum hevur støði í tingum, sum altíð hava gildi; hon er altso ikki ein popput skrift, sum kanska bara livir í nøkur fá ár. Hugsandi hava hesi virðir gildi í fysioterapiini, sum á mangan hátt er eitt tíðarleyst fak.

SKRIFT TIL ADRESSU OG ANNAÐ
Til adressutekst og annað, havi eg valt Avenir Light. Avenir hevur opnar og rundar formar, sum ger, at hon er lætt lesilig, eisini í smáari skrift.


Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað tilmundarliga rætt, t.e. proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.