Búmerkir

MIÐNÁM, BÚMERKI
Búmerkið ímyndar tvær ternur á flogi. Terna er løtt á flogi, knøpp í vendingini og verjir um sítt. Hon ferðast langt, men kemur altíð heimaftur. Ternan er vøkur bæði á liti og í skapi. Tvær ternur saman finna eisini eitt lættari flog enn ein terna einsamøll. Ternan hevur tí nógvar av teimum eginleikum, sum Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið seta sum mál fyri næmingar og starvsfólk.

Linjur ganga ímillum ternurnar, sum binda tær saman til eitt samlað, harmoniskt merki. Formar og linjur eru gjølla hugsað, eisini við atliti til luft ímillum teir. T.d. gongur velið á fremru ternuni aftur í linjurnar í høgra vongi á aftaru ternuni. Soleiðis togar fremra ternan aftaru ternuna aftan á sær. Samlaði flogrætningurin er frameftir og uppeftir, og úttrykkið tí jaligt.


Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.