Búmerkir

NJORD, BÚMERKI
Búmerkið er gjørt til eitt við fyrsta stavin í navninum, N. Búmerkið umboðar millum annað tveir fiskar, sum eru settir í staðin fyri skrá-strikuna í N-inum. At teir hava hvør sín lit bendir á, at teir eru av hvør sínum slagi, eitt nú toskur og hvítingur. Búmerkið umboðar eisini samskifti, sum gongur báðar vegir. Hetta kann merkja veitan og heintan av vitan, tøkni, tænastu og vøru og mangt annað. Tann hallandi linjan, sum fiskarnir standa í, bendir eisini á eitt samliband, sum fiskarnir ferðast niður eftir, frá vinstru til høgru.

UM NAVNASKRIFTINA
Skriftin í navninum eitur Trajan Bold. Hon er ein sera tíðarleys skrift, teknað av romverjunum fyri góðum tvey túsund árum síðani, og er tann skriftin, sum allar serifa-skriftir byggja á.

UM LITIRNAR
Tveir litir eru í búmerkinum: Myrkablátt og limegrønt. Myrkablái liturin ímyndar sjógv, reinleika og bláan, grábláan og hvítan fisk, meðan tann limegrøni liturin ímyndar øðrvísi litaðan fisk so sum kongafisk, tosk osv, men hann ímyndar eisini æti.


Vinarliga,
Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.