Búmerkir

NORÐURLJÓS, BÚMERKI
Vit hyggja beint norður gjøgnum Klaksvíkina, og síggja Kunoyarnes mitt fyri víkini. Landið í báðum niðastu hornum er sostatt Klaksvík. Norðlýsið (norðurljósið) kemur undan Kunoyarnesi, úr norðuri, og strýkur eftir luftini í mismunandi tunnum og tjúkkum bylgjum. Luftin er deild sundur við bylgjutum linjum, sum breiðka, jú longri tær koma upp á luftina.

Formurin í búmerkinum er ein høgur og smalur rektangul, sum ein ramma um eina høga mynd. Nógv lív og rørsla er inni í myndini, og hetta lív verður endurspeglað í teimum uttastu linjunum, sum eisini eru livandi.

Klaksvíkin er sum ein krubba, sum ein vøgga, sum norðurljósið vellir upp úr.

Í búmerkinum fyllir luftin mest, og landið niðast fyllir lítið. Búmerkið hevur tann høga formin júst orsakað av hesum, at luftin og spælið í norðlýsinum skal koma til sín rætt.

Búmerkið hevur tveir uppsetingarhættir.

LITIR
Í búmerkinum eru tveir litir: myrkablátt og gulgrønt. Myrkablái liturin niðast feydar yvir í tann gulgrøna ovast, og gevur hetta búmerkinum eitt sera livandi og nútíðarligt úttrykk. Í framleiðsluni av búmerkinum í folie, kann hetta gerast annahvørt við at prenta búmerkið á hvítt og skera tað út, ella við at plotta tað í øðrum av teimum báðum búmerkjalitunum.

NAVNASKRIFT
Navnið er sett við skrift-týpuni Alternate Gothic No3. Hetta er ein sans-serif skrift, sum merkir, at stavirnir hava ongar føtur. Henda skrift varð vald, tí hon hevur høgar, smalar stavir, sum standa væl til formin á sjálvum búmerkinum. Navnið er sett við hástavum.

Navnið eigur ongantíð at setast av nýggjum, men eigur ein heldur altíð at brúka upprunaliga búmerkið, so sum tað her verður givið.

UM NAVNIÐ
Norðurljós er annar formur av norðlýsi. Lýsi kemur av ljós, eins og hýsi kemur av hús. Íslendingar siga, “norðurljósin”, t.e. “norðurljósini”, og er hetta beinleiðis skilt við norðlýsi. Eg giti, at norðlýsi er komið frá norðurljós, eftirsum at ljós er upprunin, og lýsi er ein avstamming. Felagið er sostatt eitt ljós í norðuri um list og mentan.

SKRIFT TIL ADRESSU OG ANNAÐ
Til adressu og annað víðari í sniðinum, havi eg valt eisini at brúka Alternate Gothic. Bert at brúka eina skrift, gevur eitt sterkt og heilstoypt eyðkenni. Hesin tekstur er settur við Alternate Gothic, yvirskriftir við hástavum, lesitekstur við lágstavum. Hóast hetta, fer man at geva tilfar út, har nógvur lesitekstur er í, mæli eg til, at man brúkar Helvetica Neue Light, Regular og Bold.


Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.