Búmerkir

RUNAVÍKAR KOMMUNA, BÚMERKI
Búmerkið er teknað útfrá tí gamla, og ein sær klárt tað gamla aftur í tí nýggja. Soleiðis er nýggja búmerkið ein røtt tilgongd frameftir, ein vøkstur, sum ikki kvettur sínar røtur av, men veksur nátúrliga fram, har ein hómar tað, ið farið er, men við kósini frameftir.

Lutirnir eru skildir frá hvørjum øðrum við luft. Luftin ímillum lutirnar, eins væl sum lutirnir sjálvir, er við til at skapa búmerkið; tí er luftin eisini skiftandi í breidd. Karakterurin hjá lutunum er defineraður við linjunum á formunum á lutunum, annaðhvørt hørðum ella mjúkum.

Búmerkið er trískift: bakgrund, miðgrund og forgrund. Bakgrundin er brúgvin, miðgrundin eru áarbakkarnir, og forgrundin eru teir ljósastu steinarnir. Brúgvin er tað, sum stendur tyngst í búmerkinum, meðan ljósabláu steinarnir líkasum loypa út úr búmerkinum, og úttrykkja lív, gleði og nýhugsan. Stabilitetur og sprutlandi lív, – og so alt harímillum, – eru sanniliga góð virðir hjá eini kommunu at signalera.

Steinarnir eru stillaðir so teir standa væl saman, og støddin á teimum er frítt tillagað. Steinarnir eru settir soleiðis, at teir leiða eygað inn ímóti brúnni; og geva kenslu av ordan og samljóði.

LITIRNIR
Litir útstrála og kommunikera eginleikar og persónligheit hjá tí, teir umboða. Ein kommuna, eins og eitt nú bankar og tryggingafeløg, eigur sum tað fyrsta at útstrála stabilitet og tryggleika, tí tey eru til verju av borgarunum. Teir báðir myrkaru litirnir eru dempaðir, seriøsir og tryggir, meðan lívið og gleðin eru umboðað í ljósabláu steinunum.

NAVNASKRIFTIN
Skriftin, sum navnið er sett við, eitur Trajan. Hon er heili 2000 ár gomul, og er reinteknað eftir áskriftum á steinsúlum og sigursbogum í Rom. Trajan er tann skriftin, sum allar vesturlendskar serifa-skriftir (skriftir við fótum) byggja á.

SKRIFT TIL BRØV
Ein skrift, sum stendur væl saman við Trajan er Arno Pro. Tað er gott og rætt hjá einum og hvørjum stovni bert at brúka eina skrift til alla brævaskriving.


Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.