Búmerkir

Búmerkið
Búmerkið lýsir eitt tað eyðkendasta staðið í Sjóvar kommunu, sum øll, ið hava verið har, leggja til merkis, og sum er eins og nalvin í bygdini við Sjógv, og tí eisini í Sjóvar kommunu. Hetta staðið er húsini, neystini og kirkjan, beint við ta rundu víkina, og umboðar hetta bústaðir, mentan og vinnu á sjógvi og landi í breiðum týdningi.

Merkið inniheldur bæði land, fjøru og sjógv. Hvíta økið ímillum sjógvin og landið er fjøran.

Sum ein verndarskuggi aftanfyri húsini, síggja vit Strandafjall. Tað hevur ein eyðkendan hamara ovast, sum ber boð um, hvar vit eru stødd. Strandafjall er sum ein karmur, ið fevnir um kommununa. Tí er fjallið latið koma niðurum húsini, bæði í vinstru og høgru síðu.

Orðið Sjóvar ber boð um sjógv og fjøru. Tí er niðara helvtin av búmerkinum sjógvur. Í sjónum sæst ein siðbundin føroyskur træbátur. Báturin ger sjógvin til vinnuveg.

Bygdirnar Strendur, við Sjógv og Selatrað eru millum tær elstu bygdir á Skálafjørðinum, og hava ríka søgu. Tí er passandi, at búmerkið ber boð um tess søgu og djúpu røtur, og um, hvar man er komin frá, og hvat tað er, sum hetta samfelag stendur á.

Í búmerkinum eru húsini teknað soleiðis, at tey kunnu umboða bæði hús, neyst og løður. Tey kunnu eisini umboða handil. Soleiðis umboða tey bæði býli, útróður, vinnu á landi og sjóvinnu. Kirkjan umboðar kristnu trúnna, sum hevur verið mønin í okkara samfelagi í yvir túsund ár, so sjálvandi eigur hon uppiborið sítt pláss í búmerkinum.

Búmerkið lýsir lív á landi og sjógvi í síni heild. Tað ber boð um hugna, trygt umhvørvi, góðar bústaðarmøguleikar, ríka søgu, djúpa mentan, og vinnu á sjógvi og landi.

Litirnir
Fýra litir eru í búmerkinum: Myrkablátt, ljósablátt, myrkagrønt og gulgrønt. Bæði teir báðir ljósaru og teir báðir myrkaru litirnir harmonera. Litirnir umboða land, hav, landbúnað og sjóvinnu. Myrkablái liturin er medvitað brúktur ístaðin fyri svart; hetta fyri at geva búmerkinum ein bláan dám.

Navnaskrift
Navnið er sett við skrift týpuni Futura.

Skrift til adressu
Adressan á brævtilfarinum er sett við skrift týpuni Museo Sans.

Nota Bene
Teir tríggir uppsetingarhættirnir eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka ella vaksa merkið í mun til skrift, ella øvugt.

At búmerkið hevur einans tríggjar uppsetingarhættir er ein styrki, tí jú meira monotont og sterkt verður eyðkennið.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.