Politikkur

Privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á heimasíðuna, og hvat hetta verður brúkt til.

Broyt farspor stillingar
Ógilda uppsetan

HVØRJIR UPPLÝSINGAR VERÐA SAVNAÐIR?

Vit savna upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:

  • Hvørji farspor verða goymd
  • Slag av tóleind
  • Slag av kaga (browser)
  • Tíðarsonu
  • IP-adressu
  • Hvørjar síður, tú vitjar
  • Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

Tøknin, vit nýta til innsavnan, er farspor sum eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.

HVUSSU BRÚKA VIT UPPLÝSINGAR?

Upplýsingar um tóleindir

Upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., brúka vit til at kanna møgulig álop á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.

Í samband við marknaðarátøk kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so at tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.

Deiling av tínum upplýsingum

Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við hesar uttanhýsis tænastur:

Dynamicweb – fyri at kunna uppspora og forða fyri møguligum álopum frá teldusníkum og fyri at støðugt kunna betra um virkisførið av síðuni.

Google Analytics – fyri at síggja, hvussu tú brúkar síðuna, og betra um upplivingina.

Facebook tracking pixels, so at marknaðarføringin verður betri og meira málrættað.

DÁTUEFTIRLIT

Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er:
Krea – V-tal: 524611 og er adressan:

Heiðavegur 53,
600 Saltangará.
Tlf. 793000
Teldupostur: krea@krea.fo
Heimasíða: www.krea.fo

TÍNI RÆTTINDI

Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á krea@krea.fo.

Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.

SPURNINGAR?

Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á 793000 ella á krea@krea.fo.

DAGFØRINGAR

Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.

Seinast dagført 14. januar 2021.