Politikkur

Persónsupplýsingar og cookies

Her er ein frágreiðing um, hvussu Krea nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðu hjá Krea.

Ein cookie er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Krea verða fylgjandi upplýsingar skrásettar:hvørjar síður á www.krea.fo tú vitjar og nær

* hvønn kaga tú brúkar

* hvørja upploysn tín skermur hevur

* hvørja stýriskipan tín telda hevur

* hvørja heimasíðu tú vitjaði beint áðrenn okkara

* hvønn IP-bústað tú hevur

Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðu og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.

Upplýsingarnar frá cookies kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti.

Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan cookies ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Krea, kanst tú í kaganum, tú brúkar, skráseta krea.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini í flesu kagum møguleiki fyri at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna.

Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá www.krea.fo ella strika cookies, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar www.krea.fo brúkið av cookies frá heimasíðuni hjá Krea.

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Krea ynskir samband, sendir t-post til okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn, t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.