BÚMERKIÐ
Búmerkið lýsir eina tonn við einum ringi um hana. Ringurin um tonnina lýsir eftirlit og viðlíkahald av tonnini. Ovast uppi sæst ein bláur prikkur, sum er trý ting: eitt eyga, sum hyggur uppá tonnina; eitt amboð, sum arbeiðir uppá tonnina; og so eisini høvdið á einum manni, sum kann bæði vera tannlæknin og pasjenturin. Amboðið, eygað og ringurin hava sama lit og hanga sostatt saman og siga, at eygað, tannlæknin og amboðið fara runt um tonnina í eftirliti og viðlíkahaldi av henni. Silvurið í tí bláa minnir á amboðini hjá tannlæknanum, men eisini á silvur fyllingar, sum kanska ikki er so vanligt longur, men er tó sera kent.


Litir
Tveir litir eru í búmerkinum: myrkagrátt og silvur-blátt. Tann grái liturin er púra nevtralur, meðan tann silvur-blái inniheldur lív og rørslu og signalerar eisini góðsku. Tonnin er nevtral sum pasjentur, meðan blái liturin lýsir eftirlitið og viðgerðina av henni við eyganum og amboðinum.


NAVNASKRIFTIN
Stavirnir í navninum eru settir við skrift-týpuni Bank Gothic. Bank Gothic er ein røð av fýrkantaðum stórstavum, sum vórðu útviklaðir út frá áhuga í geometriskum formum, við íblástri frá Bauhaus. Bank Gothic varð designað av Morris Fuller Benton fyri ATF í 1930.


ADRESSUSKRIFT
Til adressuskrift havi eg valt Arial. Arial varð teknað í 1982 av einum toymi við tíggju persónum, sum varð leiddur av Robin Nicholas og Patricia Saunders, fyri Monotype Typografi. Arial er ein default skrift, sum er fyrifram løgd inn í allar teldur.




Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at flyta, minka, ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.
Sjúrður Højgaard. Grafiskur sniðgevi. MHÍ ‘97.