NAVNIÐ
Navnið er FLYTA. Týdningurin tengist ikki tí, at flyta bústað, men við vøruflutning. Hetta skal brúkarin bara fata einaferð, so er tað komið uppá pláss. Tá ið so hann ella hon skulu flyta vøru, so skriva tey www.flyta.fo, ella ringja til FLYTA. Stutt og greitt.

BÚMERKIÐ
Samleikin liggur í serliga F’inum og í tí, at navn og undirheiti standa við hallandi skrift.

F’ið er klip soleiðis, at loddrætta stykkið ímillum tey bæði vatnrøttu stykkini er tikið burtur, og tað ovasta stykkið gongur í spísk í vinstru síðu og hevur ein annan lit enn alt hitt.

LITIRNIR
Búmerkið hevur tveir litir: Turkisblátt og myrkablátt. Turkis liturin sker seg burturúr føroyska lands- lagnum av fyritøkum, sum er gott, tí jú sjónligari og eyðkendari er fyritøkan.

NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skriftini Montserrat. Hon er opin, klár og lætt lesilig.
Montserrat hevur eitt rátt og ídnaðarligt úttrykk og er hon tí væl egnað at brúka til ídnað. 
Navnið er sett við skráskrift, fyri at undirbyggja navnið og geva eina kenslu av framdrift.

ADRESSU- OG SKELTASKRIFT
Til adressu- og skeltaskrift havi eg eisini valt at brúka Montserrat. Hon er eisini sera greið at lesa í smáari skrift, hon er ein av Google fontunum og er hon tí góð at brúka til internetið.

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97