BÚMERKIÐ
Merkið vísir risan og kellingina, sum tey síggja út frá Tjørnuvík.
Búmerkið er teknað frítt og livandi. Formarnir eru deildir sundur, har passaliga nógv luft er ímillum teir, fyri at formarnir skulu síggjast atskildir, eisini tá ið búmerkið er lítið. Teir eyðkendastu formarnir í risanum og kellingini eru varðveittir, meðan smámunir og minni eyðkendir formar eru einfaldaðir. Búmerkið inniheldur bæði kantutar og rundaðar formar, sum formarnir í gróti eru.

Einasti smáluturin í búmerkinum er maðurin ovast á kellingini, – men hann stendur ikki einsamallur, tí í somu stødd sum hann eru tveir pinnar, annar uttast til vinstru, hin uttast til høgru, sum gera, at maðurin ikki stendur einsamallur í búmerkinum. Teir báðir pinnarnir benda á sjóndeildarringin, altso havið báðumegin við.


LITIR
Tríggir litir eru í búmerkinum: myrkareyð-brúnt, myrkagrá-blátt og gul-grátt. Litirnir eru valdir til at standa væl saman í eini palett, sum harmonerar, og sum tilsaman lýsa teir mongu lita-tónarnar, sum finnast í gróti og betongi. Valt varð ikki at hava búmerkið í grátónum, sum geva eitt kalt og deytt úttrykk, men heldur at brúka litir, sum geva eitt hugnaligt og heitt úttrykk.


NAVNASKRIFTIN
Stavirnir í navninum eru settir við skrift-týpuni Constantia. Skriftin varð teknað í 2003 fyri Microsoft. Hon er vøkur, eyðkend og væl lesilig.
Constantia varð vald, tí at formarnir í henni harmonera við formarnar í búmerkinum.


ADRESSU- OG BRÆVASKRIFT
Til adressu- og brævaskrift havi eg valt Constantia.




Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at flyta, minka, ella vaksa merkið í mun til navnaskrift, ella øvugt.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.