BÚMERKIÐ
Búmerkið er sett saman av tveimum F’um, sum eru teknað við útlinju, og eru 60 gradur á skák. Tað seinna F’ið er snarað 180 gradur og sett inn ímóti hinum F’inum.

Liggjandi pettini – teir báðir útgangandi stelkarnir í F’unum, eru eins og avlangar hvítvørueindir, eitt nú lágar frystiboksir, meðan standandi pettini – teir báðir loddrøddu stelkarnir í F’unum, eru eins og standandi, loddrættar hvítvørueindir.

Linjurnar í búmerkinum mynda eina trívídd. Í hesum trívíða rúmi standa hesir báðir formar, harmoniskt samansettir, líka sum hvítvørueindir verða fittaðar og installeraðar í einum ídnaðarkøki.

LITIRNIR
Búmerkið hevur tveir litir, blátt merki og svarta skrift. Blái liturin er frískur og reinur, og hann sker seg burtur úr litunum hjá kappingarneytum í somu vinnu í Føroyum. Blátt, saman við hvítum, signalerar stál, og riggar tað tí væl til hvítvørur.

NAVNASKRIFTIN
Navnið er sett við skriftini Termina. Hon er opin, klár og lætt lesilig. FOKUS stendur við Termina Bold, meðan INDUSTRY stendur við Termina Regular. 

Stavirnir í navninum eru hástavir, meðan undirheitið stendur við lágstavum.

ADRESSU- OG SKELTASKRIFT
Til adressu- og skeltaskrift havi eg valt at brúka Montserrat. Hon er sera greið at lesa í smáari skrift, og er ein av Google fontunum og er tí góð at brúka til internetið.

Montserrat hevur eitt rátt og ídnaðarligt úttrykk og er tí væl egnað at brúka til ídnað.

Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.

Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.
Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ ‘97.