Lotus blóman (nyksblóman) er í mongum mentanum súmbol um reinleika og sjálvsendurnýggjan. Hennara sermerki eru eitt fullkomið samgildi (analogi) fyri mannligu tilveruna.

Dagliga uppreisn lotus plantunnar er súmbolsk um endurlívgan. Hetta ger hana til fullkomna gávu til onkran, ið søkir bata frá skaða ella traumatiskari uppliving.

Lotus blóman hevur ein bergtakandi vilja at liva. Orsakað av voks verjuni á hennara bløðum, er hennara vakurleiki óávirkaður, tá ið hon blómar av nýggjum hvønn morgun. Hon heldur fram at endurrseisast, og kemur aftur júst líka vøkur sum áður.

Lotus blóman er ímynd um órokkiliga trúgv og vilja at liva. Hennara eyðkenni kunnu tengjast menniskjunnar heilsu, sjálvrøkt og endurnýggjan, bæði av likam og sinni.

Lotus plantan kann vera ljósareyð, gul, ella blá.

Búmerkið er einfalt, eyðkent og upprunaligt teknað.




Nota Bene
Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir.
Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað proportionalt.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, MHÍ 1997.