Heiðavegur 15, 600 Saltangará, Faroe Islands. +298 79 30 00

Need a lab report? Buy best microbiology lab report. Custom Review Writing Service for writing an article review. Professional writers for personal statement writing service uk. Need help with homework - ask to do my homework for me. Professional services of top paper writer.

Vælkomin til Krea!

Krea hjálpir stovnum og virkjum við teirra branding og marknaðarføring. Okkara arbeiði fevnir um alla grafiska sniðgeving, innan heimasíðu, búmerki, lýsingar, prentlutir og eisini forritan. Starvsfólkini á Krea eru øll útbúgvin á sínum øki, og hetta tryggjar góðskuna á endaligu vøruni.

BÚMERKIR

At hava eitt snøgt búmerki er sera týdningarmikið fyri framgongdina og virðingina hjá eini fyritøku.

HEIMASÍÐUR

Starvsfólkið á Krea hava drúgvar royndir innan heimasíður. Umframt at veita forritan og gera internar uppgávur, kunnu vit eisini menna kundamálrættaðar loysnir.

LÝSINGAR

Á Krea hava vit drúgvar royndir innan lýsingar. Vit taka eitt prát við tann, sum vil lýsa, og saman finna vit fram til, hvør málbólkurin er, og hvussu hann best verður náddur við rætta boðskapi.

SNIÐGEVING

Tað er av alstórum týdningi, at ein fyritøka hevur eitt gjøgnumført snið. Vit gera sniðhandbøkur, fyrst og fremst við reglum um brúk av búmerki, men eisini við føstum reglum um útsjónd á øllum pappírum og tingum, sum eitt virki brúkar.

PRENTLUTIR

Her á Krea sniðgeva vit prentlutir av øllum slagi, so sum faldarar, bløð, matseðlar, plastikkposar, lykla­ringar, peningakort og í veruleikanum hvat sum helst annað.

UMHVØRVIS GRAFIKKUR

Vantar tær at prýða og gera virkið meira sjónligt? Skulu tit vera við til onkra sølustevnu og mugu hava júst tann rætta básin? So kunnu vit á Krea bjóða tykkum góðar grafiskar loysnir.

Lat okkum hjálpa tær

Jú, eitt vakurt, væl gjøgnumført búmerki við einum sniði, sum endurspeglar tað heilt frá litum til skrift til formar osv., tað vil  síggjast av teirri einføldu grund, at tað er ein fragd fyri eygað. Ein grafisk uppstramming er ein íløga, sum eingin vil angra. Vit hava fragd í framgongdini hjá okkara kundum, serliga tá ið vit gjørdu grafiska samleikan.
Tey síðstu árini eru fólk farin at lesa minni og minni í bløðum, og brúka netið tann mun meira; tí nært tú nógv fleiri síggjarar við at hava eina heimasíðu, sum virkar væl á dagsins telefonum og teldlum, men eisini við at gera lýsingar til portalarnar og facebook. Har fært tú munandi meira í dag fyri pengarnar.
Í øllum lýsingar tilfari er tað soleiðis, at tú mást fanga tað týdningarmiklasta og mest nærliggjandi við orðum og mynd, og tú mást barbera alt burtur, sum er óviðkomandi. Yvirskrift og mynd mugu siga tað sama, og tað grafiska myndin sum heild má altíð harmonera við búmerkið. Búmerkið er sum mikro kosmos, tann stóra heildin er sum makro kosmos; og har eigur at síggjast ein innari samanhangur í.
Vit hava drúgvar royndir í okkara faki. Starvsfólkið hevur ímillum 10 og 20 ára royndir, bæði innan lýsingar, búmerki, heimasíður, grafiska sniðgeving og forritan. Vit hava til dømis gjørt yvir 100 heimasíður, og yvir 120 búmerkir. Tað er valla ta ting innan okkara fak, sum vit ikki hava royndir av. Vit bjóða okkara tænastu innan heimasíður, búmerki, lýsingar og grafiska sniðgeving. Eitt gott og effektivt samstarv kann vara í mong ár.

Hvat vit gera:

Her er ein listi yvir nøkur av tingunum, sum vit gera, hetta eisini fyri at hjálpa tær at troyta óbrúktar møguleikar.

  • Búmerkir
  • Reglur um brúk av búmerki
  • Sniðhandbøkur
  • Skelting
  • Bilamerkingar
  • Rollup
  • KT - support
  • Heimasíður
  • Profil lýsingar
  • Starvslýsingar
  • Taka myndir
  • Portal lýsingar
  • Facebook lýsingar
  • Heimasíðu-hjálp
  • Skermlýsingar
  • Datapennar
  • Tendrarar
  • Pennar
  • Gávukort
  • Menukort
  • Øll onnur brúksting

Gott og væl-virkandi samstarv kann vara í mong ár...

  • Kundi 3

    Runavíkar kommuna hevur samstarvað við Krea í mong ár, og samstarvið hevur verið fyrimyndarligt. Krea hevur loyst nógvar ymiskar og fjølbroyttar uppgávur fyri kommununa -harímillum eru bæði heimasíða og búmerki - og hevur Krea eisini mangan verið kommununi hollur ráðgevi. Okkara royndir eru, at Krea arbeiðir professionelt og gera eitt…

    Magnus Rasmussen, Fyrrverandi borgarstjóri
    Read more
  • Kundi sigur, 1

    KREA lavede et flot stykke arbejde med designet af vores nye hjemmeside. Den er visuelt tiltalende, og det var nemt og intuitivt at organisere og uploade indholdet. Når der en sjælden gang opstår et problem har KREA en god og rimelig kundeservice.

    Janus Vang, Stjóri í iNOVA
    Read more
  • Kundi sigur, 2

    Tá ið vit á sumri í 2014 leitaðu okkum ráðgeving frá Krea í samband við nýmótansgerð av okkara samleika, var tað ikki í okkara tonkum, at vit longu hálvt ár seinni stóðu við nýggjum navni, búmerki og samleika. Krea hava við sínum dugnasemi, kreativiteti og fakleika lyft okkara samleika upp…

    Karstin Joensen, Stjóri í elcon
    Read more