Krea gerst partur av Qodio

Fyritøkan Krea er ein samskiftis- og lýsingastova, sum varð stovnað í 2003.

1. mai 2021 hevur Qodio keypt og yvirtikið Krea og virksemi innan sniðgeving og heimasíður. Fyritøkan heldur áfram við sínum virksemi, sum vit kenna tað, men framyvir, sum ein partur av Qodio.

Sum náttúrlig avleiðing av hesum broytingum er skrivstovan í Saltangará latin aftur og húsast vit nú á skristovuni hjá Qodio á Strandatúni 1 á Strondum. Skrivstovan í Klaksvík heldur áfram uttan broytingar.

Vit vóna við hesum broytingum at kunna veita tykkum eina enn betri tænastu og breiðari úrval innan okkara tænastuøkið. Vit eru nú samlað ein fyritøka við 10 dugnaligum starvsfólkum, ið eru tilreiðar at hjálpa tær.